Tað man vera eindømi í Føroyum, at telvingin hugfangar menn í so høgum aldri, at teir hava áræði at taka lut í liðkappingum kring landið. Tað sigst nevniliga, at eins nógv orka skal leggjast í at leika eitt kappingartalv, sum ein fótbóltsleikari skal brúka til at spæla ein fótbóltsdyst. Men telvingin hevði longu fyri drúgvari hálvari øld síðan hugfangað Ellefsen brøðurnar Hans Arna, Henning og Jákup somikið, at hóast Hans Arni nú var einsamallur eftir av teimum trimum, so legði hann ikki kongin.
Meðan bretar búleikaðust í Vágunum undir krígnum var vanligt at leika fótbólt á sandinum bæði í Sørvági og Miðvági, eins og farið eisini varð til Vestmanna at leika á sandinum har. Tað forvitnisliga var, at leikt var um veturin. Um sumrarnar vóru menn burturstaddir í fiskiskapi. Eftir kríggið, tá fótbóltstíðin var hæsað av, og bretar vóru farnir heimaftur, vann telvingin seg fram í fremstu røð millum frítíðarítriv her á landi. Tá vestmenningar høvdu stovnað sítt talvfelag í 1951, gekk bert eitt ár til miðvingar stovnaðu fyrsta talvfelagið vesturi í Vágum. Jákup, bróður Hans Arna, var eldsálin fyri telvingini í bygdini, men Hans Arna kundi liðið ikki vera fyriuttan.
Hans Arni var álitið hjá miðvingum og sterkasti telvari í Vágunum í nógv ár. Hann var við á liðnum hjá miðvingum, tá teir í 1952 á fyrsta sinni tóku lut í Wood-kappingini, ið var byrjað í 1948.
Hans Arni fekk, hóast hann sat á fyrsta borði hjá miðvingum, tey flestu stigini heim í árunum 53 til 57.
Í 55 vann Hans Arni móti Nielsi á posthúsinum, og vit kunnu tí siga, at 12. desember 2003 var eitt "dejá vu" við longum millumspæli.
Hans Arni var á liðnum, sum fekk Wood borðið til Miðvágs í 1956, og sat hann øll fimtiárini á fyrsta borði..
Í sjeyti árunum vóru Vestmanna og Kollafjørður feløgini, ið høvdu bestu telvararnar uttanfyri Havnina. Hans Arni og Petur Eli Mikkelsen úr Gøtu vóru teir einastu annars, ið stóðu seg móti teimum bestu.
Hans Arni umboðaði føroyska telving í landsdystum móti Íslandi og á
talvolympiaduni í Haifa í Ísrael. Í 1975 var hann á landsliðinum, ið tann 25. mars telvdi móti einum sterkum íslendskum landsliði í Reykjavík. Hetta var fyrsti talvlandsdystur Føroyar og Ísland høvdu sínámillum, eftir at samstarvið varð tikið upp árið frammanundan. Fyrsta umfar vunnu Íslendingarnir 9-1, og Hans Arni fekk ein flottan javnleik móti Magnusi Sólmundarson á triðja borði. Árið eftir, tá telvt varð í Føroyum, var Hans Arni aftur á landsliðinum. Sama árið var hann við á OL-liðnum í Haifa, har hann fekk 3 stig í 9 dystum.
Tað hevur verið hugtakandi at síggja Hans Arna í telvingini vesturi í Vágunum. Í 2002 tók hann lut í veteranbólkinum í einstaklingakappingini í Giljanesi, og í vetur var hann sum nevnt í liðkappingini. Tað er virðismikið, at kappingar eru, har aldursmunurin millum yngsta og elsta luttakara er omanfyri sjeyti ár, og allir finna somu fragd í telvingini.
Hans Arni var fyrikomandi, róligur og hugnaligur maður. Tað tóktist, sum hevði hann valt at vísa okkum, hvussu miklan tokka hann hevði til okkara felags ítriv og hjartabarn. Hann gjørdist fyrimynd okkara, ið halda so mikið um talvið, at aldurin einsamallur ikki er orsøk at leggja frá sær. Vit minnast Olaf á Posthúsinum, ið sat í búnum talvi, tá tímin var taldur. Somuleiðis minnast vit Tórstein Vilhelm, ið telvdi móti Olafi hetta gitna kvøldið. Teir vóru inkarneraðir telvarar og veteranar á teim 64 puntunum, men stríddu tó ikki eins høgan aldur og Hans Arni, hóast virknir í telvingini til tað síðsta.
Ein hugans hermaður er farin, men hann lá, sum menn skuldu í Sparta eftir loknan bardaga, omaná skjøldrinum. Hans Arni kundi, sum Janus skald, tá umseting hansara av Ilions kvæðinum var liðug, siga: "O komi eg á tín fund, o móðir á hallandi degi. Leikt eg havi tín leik, um tú mær lønar við einum brosi, ei spiltist mín dagur."
Andrias