Hans Enoksen varð í gjárkvøldið afturvaldur til formann í Siumut Hans Enoksen fekk 54 prosent av atkvøðunum, tá limirnir í Siumut valdu formann í gjár.
Av teimum 1.531 limunum, sum atkvøddu, styðjaðu 821 Hans Enoksen. 648 atkvøddu fyri Aleqa Hammond og 62 fyri Vittus Mikaelsen.
Hans Enoksen segði í gjárkvøldið, at atkvøðugreiðslan var ein álitisváttan, og at hon hevði víst, at hann hevði fingið stuðul um alt landið.
Hans Enoksen er eisini landsstýrisformaður í Grønlandi.