Floymurin, sum hevur rakt Nesbyen kommunu í Noregi, hevur gjørt nógv um seg, soleiðis sum henda myndin vísir og tiltøkini, sum eru sett í verk, hava ikki gjørt nóg stóran mun.

"Hans": Hetta sær rættiliga ógvusligt út

Illveðrið "Hans", sum bæði hevur rakt Svøríki, Danmark og ikki minst Noreg við vindi og grimdarregni, gongur nú móti endanum, men avleiðingarnar í eitt nú Noregi eru stórar.

Floymurin, sum hevur rakt Nesbyen kommunu í Noregi, hevur gjørt nógv um seg, soleiðis sum henda myndin vísir og tiltøkini, sum eru sett í verk, hava ikki gjørt nóg stóran mun.

Tað hevur verið stórur floymur nógvastaðni í Noregi, har oysandi regnið seinastu dagarnar hevur rakt.

 

Soleiðis er eitt nú í Nesbyen kommunu, sum myndin omanfyri vísir.

 

Borgarstjórin,  Tore Haraldset, sigur við norska Dagbladet, at stóri floymurin er komin nógv skjótari, enn tey høvdu rokna við.

 

Hann sigur, at vegir í býnum eru sperraðir av regnvatni, soleiðis at kommunan líka sum er deild í fýra partar.

 

Hetta hevur givið teimum stórar avbjóðingar.

 

Síðstu nátt gjørdist neyðugt at flyta fólk úr pørtum av miðbýnum í Nes, tí vatnstøðan bara øktist. Talan var sambært Dagbladet um 120 húsarhald í økinum. 

 

Illveðrið "Hans", sum bæði hevur rakt Svøríki, Danmark og ikki minst Noreg við grimdarregni, gongur nú móti endanum, men avleiðingarnar av tí, sum er hent, halda fram.

 

Nesbyen er eitt av økjunum í Noregi, sum hevur verið harðast rakt av illveðri og oysandi árarføri.

 

Í norskum miðlum eru fleiri frásagnir um økir, sum eru rakt, og her eru eisini fleiri myndir, sum vísa, hvussu støðan hevur verið og framvegis er í pørtum av landinum.

 

 

 

Floymurin, sum hevur rakt Nesbyen kommunu í Noregi, hevur gjørt nógv um seg, soleiðis sum henda myndin vísir og tiltøkini, sum eru sett í verk, hava ikki gjørt nóg stóran mun.