Milliónir av krónum standa upp á spæl hjá føroysku feskfiskaútflytarunum, nú alt bendir á, at Skipafelagið Føroyar gevur skarvin yvir í sambandi við undirskotsraktu farmasiglingini til Skotlands.
? Fyri okkum er tað beinleiðis katastrofalt, um farleiðin dettur niðurfyri, sigur stjórin á Fiskasøluni Hans Johannes á Brúgv.
Orsøkin til vanlukku-útlitini hjá Fiskasøluni er einføld: Í fjør útflutti fiskasølan 3.500 tons av feskum fløkum á hesi farleið fyri eitt virðið upp á stívliga 100 milliónir krónur. Í ár hevur sølufyritøkan roknað við at økja útflutningin upp í 5000 tons - næstan ein tvífalding.Men tað er ikki bara Faroe Seafood Prime, ið flytir fesk fløk av landinum. Samlað var talan um eini 12.000 tons av feskum fløkum, sum fóru av landinum í fjør.
Eisini útflutningurin av laksi kann fáa ein dyggan frammaná, um Pasadena setir kósina heim aftur til Noregs, tá leigusáttmálin við Skipafelagið gongur út 1. apríl..
Roknað verður við, at út móti 30.000 tons verða send av landinum, tá sølan av álvara byrjar í mai mánað.
Pasadena er
einasta trygd
Fiskasølustjórin dylir ikki fyri, at tað kemur dátt við, at Skipafelagið eftir øllum at døma gevur skarvin yvir.
- Ja, vit hava í roynd og veru allatíðina ynskt at fáa tvey skip at røkja hesa leiðina, sigur Hans Johannes á Brúgv.
Hann vísir á, at bretski, týski og franski marknaðurin eru treytaðir av, at fesku fløkini eru til keyps mánadag. Og Pasadena er einasta trygdin fyri hesum í løtuni.
Sleppa føroysku feskfiskafløkini ikki á marknaðin mánadag merkir hetta eina virðisminking upp á milliónir. Mitt í viku er fiskurin ikki líka nógv verdur.
Hans Johannes sigur, at talan kann gerast um ein inntøkumiss upp móti einari krónu fyri hvørt útflutt kilo av feskfiski.
Og tað er júst hesum marginalvinningi, alt tað føroyska samfelagið í síðsta enda livir av, leggur hann aftrat.
Skipafelagið hevur einasta alternativið
Hóast fiskasølustjórin sigur seg skilja støðuna hjá Skipafelagnum, heldur hann eisini, at Skipafelagið hevur góð kort á hondini.
Tí einasta alternativið hjá feskafiskaútflytarunum - um leiðin til Skotlands dettur niðurfyri - er at senda fiskin av landinum við hinum bátinum hjá Skipafelagnum; nevniliga á farleiðini til Danmark, sum Skipafelagið eisini røkir..
Men tá kemur ongin fiskur á marknaðin mánadag.
Og tað er har, trupulleikin er. Tað loysir seg hjá Skipafelagnum, men ikki hjá útflytarunum.
Kann gerast politiskt
Hóast hvørki stjórin á Skipafelagnum Árni Joensen ella Hans Johannes á Brúgv hava hug at draga politiska myndugleikan upp í málið um Skotlandssiglingina, so er tað lítið, sum bendir á, at privata vinnan sjálv megnar at loysa henda trupulleika, sum veksur í takt við undirskotssiglingini hjá Pasadena.
Men Fiskasølustjórin er ikki bangin fyri at vísa á, at steðgar Skotlandsrutan, so fer útflutningurin av óviðgjørdum - eisini kallað rundum -fiski aftur at økjast í stórum stíli.
Sum er fara hvørja viku eini 500-600 tons av óviðgjørdum fiski av landinum.
Í politiskari talu hevur hetta ofta verið kallað at útflyta arbeiðspláss.
Haraftrat hevur Skotlandssiglingin í sjálvum sær verið atvoldin til politiskt stríð.
Fyrst tí, at Strandferðslan røkti siglingina við einum landskassafíggjaðum undirskoti. Og síðan tí at fyrrverandi landsstýrismaðurin Sámal Petur í Grund seldi Teistan soleiðis, at Smyril mátti setast at røkja Suðuroyarsiglingina.
Tá var størsta ónøgdin frá andstøðuni tann, at ferðafólkasiglingin til bretska meginlandið fór fyri bakka.
Tað var løgmaður, sum arvaði málið um millumlandasigling aftan á, at landsstýrismaðurin Sámal Petur í Grund varð koydur frá í fjør.av løgmanni sjálvum.
Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá løgmanni, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Tað var tá Teistin varð seldur, at Skipafelagið átók sær at røkja mánadags-sambandið til europeiska meginlandið.