Hans Jón Thomsen settur stjóri í HSF

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya.

 

Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemið skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.

 

Starvsnevndin hjá HSF viðmerkir, at fakligu førleikarnir og royndirnar hjá Hans Jón hóska væl til tann starvsprofil, sum HSF hevur ynskt.

 

Nýsetti stjórin er 49 ára gamal og ættaður av Tvøroyri, men búsitandi í Havn. Hann hevur verið skúlastjóri í Hoyvíkar skúla seinastu sjey árini.

 

Hans Jón Thomsen byrjar í starvinum hjá Hondbóltssambandi Føroya hin 1. januar 2023.