Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, sigur, at støðan hjá Ukraina í russisku Kursk-regiónini verður eitt týdningarmikið kort í møguligum samráðingum við Russland.
Tað var í fjør summar, at ukrainski herurin - púrasta óvæntað - tók seg inn í russisku Kursk-regónina, sum hevur mark til Ukraina, og her tóku ukrainskar herdeildir seg fleiri kilometrar inn í russiskt øki.
Í ferkilometrum svaraði landaøkið, sum ukrainski herurin tók seg inn í, til umleið støddina av Føroyum.
Seinni hevur so russiski herurin, eitt nú við hjálp frá norðurkoreanskum herdeildum, tikið umleið helmingin av økinum aftur.
Men, sunnudagin visti russiska verjuálaráðið at siga, at ukrainski herurin aftur hevur tikið seg fram í Kursk-regiónini.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, sigur, at støðan hjá ukrainska herinum í russiska landslutinum verður viðkomandi í møguligum samráðingum.
Hetta segði hann á einum tíðindafundi undir einari vitjan í suðurkoreanska høvuðsstaðnum, Seoul.
Uttanríkisráðharrin vísti á, at einaferð verður ein vápnahvíld í Ukraina, men í høvdinum á russiska forsetanum kemur tað ikki at merkja, at stríðið er av.
- Hansara imperialistisku ambitiónir vera verandi, og meðan ein vápnahvíld verður, fer Vladimir Putin ivaleyst at umskipa sínar herdeildir til nýggj álop.
Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.