Talv
Hevur Hans Kristian Simonsen onkran serliga tokka til syðstu oyggj? Í øllum førum telvar hann sum ein brandur hvørja ferð hann vitjar Suðuroy.
Í fjør var hann ósvitaliga tryggur og vann kappingina á Tvøroyri. Í ár verður telvað í Vági og mynstrið er hitt sama: Hinir elta Hans Kristian.
Føroyingar mynda toppin
Eitt mynstur sum tó brýtur frá í mun til í fjør er, at í ár eru fleiri føroyskir telvarar væl við í oddastríðnum. Hans Kristian hevur fýra stig eftir fimm umfør, og beint aftanfyri kemur John Arni Nilssen við 3,5 stigum. Danski altjóða meistarin Bjørn Brinck-Claussen hevur somuleiðis 3,5 stig. John Rødgaard hevur 3 stig, eins og IM Simon Bekker-Jensen, og Helgi Dam Ziska hevur 2,5. Sjúrður Thorsteinsson reikast í botninum, men javnleikur ímóti Bekker-Jensen og góður sigur á Per Andreasen seinastu umførini, hava hjálpt munandi um støðuna.
Helst fer kappingin at standa ímillum Hans Kristian, John Arna, Brinck-Claussen og Bekker-Jensen. Møguliga Helgi kann órógva toppin við einum eventuellum endaspurti.
Hóast Rødgaard er væl við, so tykist talvhugur hansara ikki stórur í Vági. Hann hevur nevniliga leikt tey flestu talvini javnt eftir heilt fáum leikum. Men møguliga og vónandi fer hann at gera ein vørr seinastu fýra umførini.
Normjagstranin
Helgi hevur telvað nakað óstøðugt. Tveir sigrar, tvey tap og ein javnleik. Eins og Hans Kristian, skal Helgi hava 7 stig av 9 fyri at røkka normi. Hesin møguleikin er tíverri longu farin hjá Helga, men Hans Kristian hevur framvegis góðan møguleika at vinna sær sín næsta norm. Hans Kristian vann eitt gott talv í 3. umfari ímóti Helga. Talvið hesa vikuna í blaðnum.
Tað hevði verið stuttligt um kollfirðingurin enn einaferð hevði vunnið sær altjóða norm í Suðuroy.
Góðar umstøður í Vági
Fyriskiparin Rani Nolsøe letur væl at umstøðunum og gongdini higartil. Ùtlendsku telvararnir lata somuleiðis væl at umstøðunum og stórtrívast í vakrastu oyggj í Føroyum.
Rani fegnast serliga um úrslitini higartil hjá Hans Kristiani og John Arna. Hesin seinast nevndi hevur sjáldan havt góðar kappingar heima í Føroyum, men í ár tykist hann sera væl fyri. Mikudagin hittast eitt nú Helgi - John Arni og Hans Kristian - Bekker-Jensen í 6. umfari. Tvær sera spennandi og avgerandi uppgerðir.
Kappingin fevnir um níggju umfør og endar leygardagin 1. juli. Telvað verðurí Vágs Skúla
Støðan eftir 5. umfør
1Hans Kristian SimonsenFAI(2295)4,0
2IM bjørn Brinck-ClaussenDEN(2359)3,5
3IM John Arni NilssenFAI(2356)2,5
4IM John RødgaardFAI(2344)3,0
5IM Simon Bekker-JensenDEN(2393)3,0
6Helgi Dam ZiskaFAI(2306)2,5
7WGM Lenka PtacnikovaISL(2183)2,0
8Omar SalamaEGY(2214)1,5
9Sjúrður ThorsteinssonFAI(2067)1,5
10FM Per AndreasenDEN(2303)0,5