Tónleikur
Eyðun Klakstein
Føroyski tónleikarin og komponisturin Hans Petur í Brekkunum skal næsta summar vera við í arbeiðnum við einum sjónleiki í Svøríki.
Uppgávan er komin í lag, eftir at eini svensk hjún vóru á ferð í Føroyum í summar. Tey hoyrdu Hans Petur spæla undir Hestoynni, og tey vóru so hugtikin av spælinum, at tey hava biðið hann skrivað tónleik til ein sjónleik, sum skal setast upp á einum fólkaháskúla, sum Foreningen Norden eigur.
Konan er rektari á fólkaháskúlanum, og maðurin eigur eitt plátufelag, sum millum annað hevur givið tónleik hjá navnframa pinaistinum Lars Janson út. Hann hevur forrestin verið lærari hjá Hans Peturi á Konservatorinum í Århus.
Svensku hjúnini standa á hvørjum ári fyri at seta ein leik upp á háskúlanum, og hetta verður gjørt við hjálp frá listarfólki úr øllum Norðurlondum. Næsta summar verður leikstjórin úr Finlandi og høvundin úr Íslandi.
Melodiøsur tónleikur
Hans Petur í Brekkunum gav fyrr í ár út fløguna Sooner or Later við tónleiki, sum hann sjálvur hevur skrivað og lagt til rættis. Tónleikur gongur undir heitið jazzur, men talan er fyri tað mesta um melodiøsan tónleik.
Hans Petur hevur verið búsitandi í Danmark í nøkur ár, og í løtuni starvast hann sum tónleikalærari á einum háskúla í Jútlandi.
Í summar spældi Hans Petur ymsastaðni í Føroyum, og tað gjørdi hann bæði sum einsamallur saxofonistur og sum partur av bólkinum Take Off, sum spældi til dans í høvuðstaðnum tvey vikuskifti áðrenn ólavsøku.
Ætlanin er, at Hans Petur skal til Føroya at spæla tónleikin frá útgávuni hjá sær seinni í ár, men næsta summar bíðar ein spennandi uppgáva í Svøríki.