Fyri okkum núlivandi (flestum okkara) er púra natúrligt og rótføroyskt at brúka annaðhvørt enklit, t.d. Ólasa bilur, ella fyrisetingarlið, t.d. húsini hjá Palla. Men kortini kolldøma summir málrøklar bæði enklit og fyrisetingarliðið og stríðast av øllum alvi fyri at troðka íslendskt hvørsfall inn í føroyskt. Í nyggjari bókum um málrøkt stendur m.a., at vit skulu ikki siga báturin hjá Mikkjali, men bátur Mikkjals - tvs. beint øvugt av hvørsfallinum í kvæðunum. Ofta verður víst til Jakob Jakobsen, sum í grein frá 1901 staðfesti, at fyrisetingarliðið mestsum hevði troðkað hvørsfallið av í føroyskum, og hann helt, at hetta kundi tarna útviklinginum av einum hægri stíli. Men dr. Jakobsen - sum á ungum árum varð kallaður Jákup hjá bókbindaranum (!) - var jú kønur í fronskum. Og sum málfrøðingar fyrr hava víst á her í Málteiginum, so hevur fyrisetingarliðið hvørki forðað fronskum ella eingilskum í at blíva høgt útviklaði mál. Úr Frankaríki hava vit eisini fingið annað gott, eitt nú tann føroyska dansin.
Í hesum førinum meinti dr. Jakobsen við eitt vísindaligt og litterert føroyskt mál (ið næstan ikki var til tá á døgum). Ongastaðni hevur hann kunngjørt, at tað er skeivt ella óføroyskt at brúka fyrisetingarlið, serliga ikki í talumáli. Gamalt er, at tey ið gerast katólskari enn Pávin, hava oftast misskilt tað, ið Pávin segði - og hví hefta seg so við (og mistolka) júst hesi orðini hjá dr. Jakobsen, tá ið føroyingar eitt nú ikki vilja vita av hansara stavseting?
Hesin troyttandi messusangur um bát Mikkjals og malargrót Harrans eru bara uppskot, sigst. Men aloftast gerast slík ?uppskot? málsligar doktrinir - serliga á føroyskum skúlabókaforløgum - og vei tann, ið ikki aktar. Tessvegna undirhalda fjølmiðlarnir dag og dagliga fólk við nygjørdum málsligum perlum, og Útvarpið talar í tungum um verjar Bills Clintons, søgu hins ameriska rocktónleiks, verjupolitikk USA, pumpstokk hins grábeinta og hvørt av sínum. Óivað halda teir seg gera málinum væl...
At føroyskt fjølmiðlamál alt meir minnir um skaldskap á bundnum máli, er so eitt, men tá ið sjálvt fakfelagsformenninir eru farnir at tosa við íslendskari syntaks, blívi eg ið hvussu er skeptiskur. Væl kunnu politikarar o.o. málbera seg fornt og hábærsliga í røðum - men eg havi illgruna um, at summir blaðmenn eru farnir at leggja fólki orð í munnin meir enn neyðugt er. Ikki tí, tað kann meir enn so koma fyri, at blaðfólk royna at føroyska og hampa málburðin hjá interviewoffrunum. Men tá krevst, at tú veitst hvat tú gert og ikki bara rættar fyri at rætta.
Nakað, ið næstan bendir tonkunum á til kabarettir, er tá ið ein fakfelagsmaður í blaðsamrøðu (OBS!) herfyri tosaði um løn politikaranna. Segði hann hatta burtur úr egnum brósti, ella hevur blaðmaðurin spælt klókur og roynt at ?rættað og føroyskað? hansara málburð? Um so er, má hetta sigast at vera stak ófólkaligt, serliga av tí at eingi prógv eru fyri, at fyrisetingarlið er óføroyskt (at ?summir halda tað?, er einki prógv í sær sjálvum).
Men hví verður júst fyrisetingarliðið so illa viðfarið? Er nakað so rótføroyskt sum at fólk verða kallaði Palli hjá Liffu, Poul hjá Stinu, Petur hjá læraranum ella Jákup hjá bókbindaranum? Langabbi mín í Sørvági kallaðist Hans Jakku hjá Lonajógvani ella Hans Jakku hjá Rakul hjá leyninginum. Í Vági kallaðist ein maður Páll hjá Poul hjá Binu. Er hesin sjálvsagdi partur av føroyskari bygdamentan nú blivin ?skeivur?? Áttu hesir menn heldur at verðið kallaðir Hans Jakku Rakuls leyninga, Páll Pouls Binu og Jákup bókbindarans? Niklas hjá Pena hevði neyvan gjørst fólkaogn, um Tonglatummas hevði kallað yrkingina Niklas hins Vakra.
Tað, sum er ?óføroyskt?, verður ofta hildið at vera danskt. Men í hesum førinum hevði tað itið Hans Jakke hos Rakul hos leyningen, Palle hos Liffe, husene hos mig, sønnen hos mig, Niklas hos Smukke osfr. á donskum. Í mínum oyrum ljóðar hatta ikki beinleiðis ríkisdanskt.
Ætla summir av okkara heimligu málrøklum at útrudda henda aldargamla og integreraða málburð fyri at kveikja lív íaftur burturdeytt víkingamál, ella verður málsligt undantaksloyvi givið, tá ið fólk tosa um slekt? Tað er í fínasta lagi, at summir føroyingar leggja seg skerflatar fyri íslendskum, men teir skulu ikki tvinga øll onnur at tosa hálvbrotið!
Heri Eysturlíð, Stockholm
heysturlid@ hotmail.com