Hanus fær gávu

Á konsertini í Klaksvík leygarkvøldið fer Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu at handa Hanusi G. Johansen ein kekk í føðingardagsgávu 18.juni fylti Hanus G. Johansen 60 ár, og hann verður heiðraður við stórari konsert í Badmintonhøllini í Klaksvík leygarkvøldið klokkan 20.30.

Tónleikarar í hópatali luttaka á konsertini, men har verður ikki bara sangur og tónleikur.

Fyriskipararnir nhaav fingið at vita, at Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu ætlar sær upp á pallin at handa Hanusi ein kekk í føðingardagsgávu.