Hanus heldur jubileum saman við Summar Festivalinum.
Hanus G. Johansen hevur verið við á øllum Summar Festivalunum higartil, og hann verður eisini við á 10. festivalinum í august. Fyri fyrstu ferð fer hann at framføra við bólki á Summar Festivalinum
Fólkatónleikarin Hanus G. Johansen var ein av teimum, sum spældi á fyrsta Summar Festivalinum í 2004. Sera nógv fólk var til hansara framførslu á einum palli mitt á Biskopstøgøtu. Síðani hevur Hanus spælt á øllum Summar Festivalinum, og nú er eisini greitt, at Hanus verður við á 10. Summar Festivalinum í august.
- Hanus hevur havt nakrar farmúr góðar framførslur á Summar Festivalunum higartil, og tað hevur verið líkamikið hvørjum palli, hann hevur staðið á. Tí eru vit eisini sera fegin um, at Hanus heldur 10 ára jubileumið saman við okkum, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum.
Hanus G. Johansen er framvegis sera virkin sum tónleikari. Seinastu árini hevur hann givið fleiri nýggjar fløgur út, og hann hevur spælt kring landið og uttanlands. Í ár fer Hanus at spæla í Flagstjaldinum saman við bólki.