Hanus kann bróta tagnarskylduna í dag

Í dag skal »skúlanæmingurin« Hanus Samró til próvtøku á Fróðskaparsetrinum. Um hann sigur alt tað, hann veit um uppgávuna hjá sær, so brýtur hann sína tagnarskyldu sum løgtingsmaður.

Í dag skal »skúlanæmingurin« Hanus Samró til próvtøku á Fróðskaparsetrinum. Um hann sigur alt tað, hann veit um uppgávuna hjá sær, so brýtur hann sína tagnarskyldu sum løgtingsmaður.

 

Løgtingsmaðurin Hanus Samró er í eini tvístøðu í dag. Tað er tí, at hann eisini er skúlanæminguar – tað vil siga, at hann gongur á Fróðskaparsetrinum samstundis, sum hann er tingmaður. Og í dag skal hann verja sína bacheloruppgávu, sum snýr seg um, hví Føroyar brutu stranalandaavtaluna.

 

– Eg havi góðar keldur, men í uppgávuni vísi eg á, at: »Tað hevði verið áhugavert at fingið innlit í politisku viðgerðirnar í løgtinginum, men tað var ikki møguligt, tí alt, ið hevur við uttanlandsviðurskifti at gera, verður beint í uttanlandsnevndina – og tað er í trúnaði«, sigur Hanus Samró.

 

Men sum lagnunnar speisemi, so var formaðurin í uttanlandsnevndini burturstaddur, tá løgmaður og fiskimálaráðharrin í gjár ráðførdu seg við uttanlandsnevndina um sildakvotuna. Hanus Samró er varamaður hjá Jákup Mikkelsen í uttanlandsnevndini.

 

– So eg mátti á fund í uttanlandsnevndini, har løgmaður og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ráðførdu seg um »sildakvotu fyri 2014 og avtøku av rættarmálum«, sigur Hanus Samró.

 

Tí spyr Hanus Samró seg sjálvan, hvat hann skal siga við próvdómaran?

 

– Hatta var ein áhugaverdur spurningur, men eg fái ikki sagt nakað, tí eg havi tagnarskyldu, sigur hann...