Hanus Sørensen hevur skift felag

Føroyski U21-landsliðsspælarin hevur raðfest spælitíð, fyri at menna seg sum fótbóltsspælara

Hanus Sørensen hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Middelfart Boldklub, sum spælir í triðjbestu deildini í Danmark. Eftir nøkur ár í ungdómsdeildini í FC Midtjylland skal Hanus Sørensen nú taka stigi upp til fyrstaliðs fótbólt.

- Vit gleðast um, at tað hevur eydnast okkum at gera sáttmála við Hanus Sørensen. Hann er ein spælari, sum leggur nógv fyri, og hevur nógva styrki og eitt gott tekniskt stig. Hann er skjótur og vil gjarna taka lut við bóltinum. Hartil er hann kropsliga sterkur og fyllur nógv á vøllinum, sigur stjórin í felagnum, Søren Godskesen.

Hjálparvenjari hjá Middelfart Boldklub er fyrrverandi fótbóltsmennarin hjá føroyska fótbóltssambandinum, Thomas Thinggaard. Tað hevur eisini hjálpt Hanusi at taka avgerðina.

- Eg havi verið glaður fyri tað samskiftið, sum vit hava havt við felagið. Eg havi eisini havt nøkur góð prát við Thomas Thinggaard um felagið. Framtíðarætlanin hjá felagnum sær eisini spennandi út, og tað er nakað, sum eg gjarna vil verða partur av í framtíðini, sigur Hanus Sørensen.

Sáttmálin er galdandi til endan av 2022.