Harðar lagnur geva íblástur

- Eg orki ikki fyri fólki við snobbutum páskaregg mentaliteti, har alt sær perfekt út á skræðuni, men er skralltómt innan. Fólk, sum møta upp til nýggjárskonsert, hóast tey ikki skilja ein pinn av tí heila, men bara møta upp vegna prestisju og liva eina óerliga og falska tilveru, sigur 27 ára gamli Hergeir Staksberg, bassleikari í Makrel og núverandi primus motor í ambientu rokkverkætlanini Steso

Hergeir Staksberg hevur í mong ár verið virkin sum bassleikari í Makrel. Nú er hann farin undir aðra verkætlan, har hann saman við fleiri øðrum tónleikarum arbeiðir undir dulnavninum Jonathan Glass. Bólkurin eitur Steso og er seinasta kreativa verkætlanin hjá Hergeiri aftaná Makrel.

- Um tú vilt hava títt egna ígjøgnum, mást tú gera títt egna. Eg tími ikki at ganga uppá kompromis, og gert tú títt egna, er tað ikki neyðugt, tí tá verða tíni hugskot raðfest fyrst, sigur Hergeir.

 

Til tey, ið ikki kenna tað; Hvat er Steso?

- Steso snýr seg fyrst og fremst um stemningsfullan tónleik. Hetta er melankoli a la Sigur Rós, sum eg kryddi við mínum egna stíli; stórar ljóðmyndir, ið koyra í tveimum akkordum við gittarlinju og rødd omanyvir.

- Tað er eitt sindur løgið, tí eg lurti vanligt slett ikki eftir sovorðnum tónleiki, men á ein ella annan hátt kenni eg meg mest heima við at skapa júst hetta. Kanska hevur tað okkurt at gera við tað, at eg næstan bara dugi at spæla í moll. Og so er tað eisini nógv lættari at spæla seint. Tað eru sum regul bara tvær akkordir, ið vit eksperimentera við til hvørt lag. Vit improvisera kanska fýra taktir, síðani fýra taktir afturat við onkrum heilt øðrvísi, og at enda taka vit bara tað besta burturúr og gera tað enn feitari.

- Av tí at eg bara havi lært at spæla gittara í moll, blívur tónleikurin, ið eg skrivi, altíð sjálvskrivað syrgiligur. Eg havi roynt at gjørt glaðan tónleik, og eg dugi at hoyra, at tað riggar í øðrum oyrum, men tað riggar ikki fyri meg. Eg fái ikki gingið inn fyri tað sjálvur, óansæð hvussu nógv eg royni. Eri eg ikki trúgvur mótvegis mær sjálvum, kenni eg tað sum um, at eg selji meg sjálvan, og tá oyðilegst alt, sum kallast persónligur kreativitetur.

- Steso er mítt hjartabarn beint nú, og tað er hesa verkætlanina, eg leggi alla mína kreativu orku í í løtuni, greiðir Hergeir frá.

 

Hvar byrjaði tað, og hvørjum arbeiðir tú saman við?

- Tað byrjaði við, at eg og Rólant av Reyni, sum eg eisini spældi í Makrel saman við, gjørdu tónleik saman í Spencer Jones. Tað er eisini har, nøvnini koma frá; Spencer Jones og Jonathan Glass. Eg havi so valt at hildi fast við Jonathan Glass, tí at í enskt talandi londum verður Hergeir til »her car«, »hairy gay« og »hair care«, og tá ljóðar Jonathan Glass also betri. Tú mást hava eitt kul navn, sum liggur væl á tunguni. Og so er tað eisini bara skeg at virka undir einum dulnevni.

- Við í bólkin havi eg fingið Líggjas Olsen á tangentar, Ásu Wraae á sang og kór, Magnus Hansen á trummur, Kirstin Helgudóttir á fløjtu og møguliga Brandur Jacobsen á percussion. Sjálvur spæli eg gittar og syngi. Vit eru við at taka tónleikin upp, og Jens L. Thomsen stendur fyri framleiðsluni.

- Eg valdi hesar tónleikarnarnar júst tí, at eg ynskti eina stemningsfulla heild. Hetta eru fólk, eg havi kent leingi, og sum eg veit skilja, hvat tað gongur út uppá. Eg tími ikki fres og reyp; at ein persónur dugir at spæla yvirdrivnar solo'ir, sum ganga í eini 24/65 takt, hoyrir slett ikki heima í tí, sum eg geri. Tað er sum ein fótbóltspælari, ið dugir jonglera uppí 50000, men slett ikki kann brúkast til nakað á sjálvum vøllinum. Tá kann tað gera tað sama fyri meg. Eg vil hava inniligheit og hjarta, og tað veit eg, at eg fái frá hesum persónunum.

- Harafturat eru tey ógvuliga góðir tónleikarar. Líggjas er genialur á rhodes. Spælir altíð akkurát tað, sum riggar best til. Eg haldi eisini, at Ása ordiliga kemur til sín rætt við at syngja hendan tónleikin. Hetta er ein heilt nýggj síða í mun til kontry-poppin, hon vanliga fæst við.

- Eg arbeiði eisini saman við einum japanskum DJ, ið eg møtti á myspace. Hann hoyrir til ein bólk av Djum ymsastaðni frá í heiminum, sum arbeiða saman við tónleiki. Hesin, ið eg havi møtt, kallar seg Elezz. Hann sendir mær onkuntíð beats, sum eg spæli útyvir, og eg sendi honum løg, sum hann remiksar. Mann kann hoyra eitt remiks hjá honum av einum lagi hjá mær, ið eitur »Lost in Translation« á myspace.com/elezz. Ein genta, sum kallar seg Nacci og hoyrir til hendan tónleikahópin, syngur eisini onkuntíð útyvir tað, ið við gera.

 

Hvaðani kemur tín íblástur frá?

- Eg haldi, at eg blívi meira inspireraður av persónum enn av tónleiki. Av ymsum hendingum og støðum. Av filmum sum »City of God« og »Requiem For A Dream«. Sovorðnum, sum kemur undir húðina á menniskjum. Ofta snýr tað seg um harðskap og stoffir. Um tragiskar lagnur, sum tú, hóast tú kanska ikki hevur verið ígjøgnum júst tað sama, kanst identifisera teg við. Kanska er tað tí, at eg kenni partvís mong við tragiskum lagnum. Havi vinfólk har deyði, alkohol og harðskapur hava spælt ein stóran leiklut. Ymisk fólk, sum ikki hava verðins besta bakland, men sum hava merkt pínu og sorg. Fólk, sum á ein ella annan hátt liva ordiligt, burtur frá øllum sum eitur yvirflada.

- Eg eri eisini sjálvur blivin smá úti at koyra innímillum. Eri onkuntíð farin út á keðilig síðuspor. Tað er sum tað, ið Nietzsche segði; at tá mann roynir at berjast við ódjórið, má mann ansa eftir ikki blíva til tað sjálvur. Eg upplivdi, at eg eina løtu bleiv til ódjórið í høvdinum. Eg bleiv til tað, sum eg stríddist ímóti.

 

Tit eru við at taka tónleikin upp, sigur tú. Hvussu ímyndar tú tær, at úrslitið verður, bæði sum produkt fyri seg og sum produkt í samfelagnum?

- Eg hugsi ikki so nógv um tað. Eg hugsi meira persónligt. Um hvat eg sjálvur kann fáa burturúr. Sum listafólk mást tú skapa, annars er tað mentalt sjálvmorð; annars stagnerar tú og doyrt út. T.d hevur Makrel ligið stilt nú í tvey ár. Eg havi innsæð, at tað ikki nyttar nakað at blása í eina brostna ballón, so eg eri farin mín egna veg. Tí eg má gera okkurt kreativt og kenna á mær, at eg vaksi. At skapa er nokk á onkran hátt eitt slag av sjálvrannsakan. At vita, at ein er á lívi.

- Eg orki ikki fyri fólki við snobbutum páskaregg mentaliteti, har alt sær perfekt út á skræðuni, men er skralltómt innan. Fólk, sum møta upp til nýggjárskonsert, hóast tey ikki skilja ein pinn av tí heila, men bara møta upp vegna prestisju og liva eina óerliga og falska tilveru. Tá er tað nógv feitari við fólki, sum gera tað, tey vilja. Fólki, ið tora at traðka út um karmarnar, sum tíðin, samfelagið og normar annars seta tær. Tí tað er jú har, at øll framgongd og menning fer fram.

Hetta kemst kanska av, at eg havi ræðuliga ringt við at taka nakran mynduleika ella absoluttar sannleikar fyri fult. Eg missi beinanvegin alla virðing fyri fólki, sum seta seg hægri uttan at hava nakra orsøk til tess og siga, at so og so skalt tú liva, vera og gera. Haldi, at tað er eitt barndómstrauma frá fólkaskúlanum, ið ger, at eg havi tað so. Eg hevði ein lærara, sum eg hataði av øllum mínum hjarta. Hóast hann ikki lærdi meg nakað av týdningi, so lærdi eg, at mynduleiki ikki er = sannleiki.

- Seinni havi eg so lisið bøkur hjá Nietzsche, Richard Dawkins, Timothy Leary, Terence McKenna, Bertrand Russel o.ø. og tá fann eg útav, at eg ikki var tann einasti, sum hevði tað soleiðis.

 

Hvat er tað næsta, sum er á skránni hjá tær?

- Eg hugsi eitt sindur um at fara til Barcelona i heyst at lesa víðari. Eg havi verið har fyrr, og tað er eitt genialt stað. Fyrst og fremst er veðrið gott árið runt, men har er eisini ótrúliga vakurt og intenst listarliga sæð. Beint nú er tað tó Steso, ið fyllir mest, og hvat so kemur næst, fáa vit at síggja. Lat okkum taka eitt ting av gangin.