Harðar meldurhvirlur í Póllandi

Í minsta lagi eitt fólk doyði, tá nakrar meldurhvirlur gjørdu um seg í útnyrðingspartinum av Póllandi í gjár og í dag. Umleið 100 hús fingu skaða ella vórðu oyðiløgd, og fleiri stór trø vórðu rykt upp við rót. Myndugleikarnir hava sent meiri enn 1.200 bjarrgingarfólk at hjálpa fólki, sum eru komin illa fyri av meldurhvirlunum.

Tað er rættiliga óvanligt, at meldurhvirlur gera so stóran skaða í Póllandi hesa ársins tíð, men veðrið hevur yvirhøvur verið óvanligt í Póllandi í summar við vatnflóð, heglingsælingi og nógvum vindi.

Polska veðurstovan sigur, at vindferðin í meldurhvirlunum var umleið 55 metrar um sekundið.