Har fór eftirútbúgvingin

Í gjárkvøldið visti útvarpið at siga, at av tí at so nógv fleiri lesandi enn væntað (538) eru byrjað í ár, er í uppskotinum til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2010, ið var lagt á tingborð fyrradagin, skotið upp at hækka játtanina til lestrarstuðul við 2,2 mió. kr.

Hetta er í sær sjálvum at fegnast um, tó ikki, um tað verður gjørt fyri rokning fólkaskúlans. Tá játtanin skal verða útreiðsluneutral, verður m.a upphæddin til nýstovnaða Vitan lækkað við 600 tús. kr. Ikki sørt av einum vónbroti, at stovnurin, sum skal vera lokomotivið í skúlaverkinum, fær slíka byrjan. Eisini var sagt, at játtanin til Fróðskaparsetur Føroya verður lækkað við 700 tús. kr. Fert tú at blaða í uppskotinum, kemur tú fram á, at tær 700 tús. krónurnar allar verða tiknar av eini konto, ið eitur: Eftirútbúgving av lærarum. Har standa í ongamannalandi 2.680.000 kr., sum nú verða lækkaðar niður í 1.980.000 kr. Helst er tað serlæraraútbúgvingin sum ger, at kontan ikki púra verður volað. Hinvegin er tað undrunarvert, at einki kundi bera til á eftirútbúgvingarøkinum, tá pengarnir hóast alt nú kunnu flytast á annað stað. Serliga tá hugsað verður um, at hetta eru tøl, vit hava kent síðani 1. okt. í fjør.
Um talan er um vantandi vikartímar, ið ofta verður havt á lofti, kundi Helena sjálvandi valt at flutt tær 700.000 kr. tann vegin ístaðin. Fyri hesa upphædd kundu leysliga mett 25 - 30 lærarar fylgt linjufaksútbúgving eftir nýggju bachelorskipanini, sum Fróðskaparsetrið fór undir í summar. Tað, ið lat seg gera í fjør, er gjørt vónleyst í ár.
Ein kann tí illa koma til aðra niðurstøðu enn, at tað meiri er vantandi stýring enn játtan, ið er atvold til hesa støðu, og um vit ikki broyta kós, enda vit, har vit í løtuni stevna fram ímóti.