Harðræði í fólkaræðnum

William Smith
--------

Vit hoyra javnan um grummar yvirgangsatgerðir, sum fáfongdir, eirindarleysir margbøðlar fremja móti tjóðum, teir hava tikið valdi á. Vit øtast um tað, vit hoyra, og vit hugsa, at tað er gott, at slíkt ikki hendir í okkara demokratiska og menniskjaliga fosturlandi. Tað er, Gud havi lov, bara í fjarskotnum, talibaniseraðum londum, at mannarættindi verða kúgað. Ikki í okkara dýrabara vælferðarsamfelag. Okkara samfelag er grundað á tey kristnu virðini, á humanar grundreglur og andaligt margfeldi. Vit eru í heila tikið so tilvitað um tað rættvísa, at vit skilja ikki, at talibanskar samfelagskipanir eru til, og vit skultra okkum í frelstum hugmóði.

Men so kortini.

Skuldi onkur hildið, at her hjá okkum valda bara rættvísi, vísdómur og menniskjaleiki, so vildi eg meint, at viðkomandi er farin eitt sindur skeivur. Í hvussu so er vórðu vit herfyri dyggiliga mint á, at okkara fólkaræðiliga samfelag rúmar máttmiklum myndugleikum, ið útinna sítt lógarfesta yvirvald við slíkum ídni, at kristnu virðini og humanu grundreglurnar tykjast at vera býir í Afghanistan.

Hesir somu myndugleikar, ið høvdu játtað, at parið skuldi sleppa at verða foreldur, tók eitt smábarn, sum tey høvdu ættleitt fyri kortum, frá teimum aftur.

Tú hoyrdi um sorgarleikin í útvarpinum, og tú las um hann í bløðunum. Við tínum besta vilja skilti tú ikki, at hetta hendi, men tú skilti, at hetta snúði seg um, at myndugleikarnir vóru vorðnir varugir við, at onkur leiðregla ikki var fylgd í ættleiðingarmannagongdini. Tí gjørdi teir av at ógilda ættleiðingina.

Nú var ikki talan um vanlig, biologisk foreldur, ið kunna gera og vera ímóti sínum Gudgivnu børnum, sum teimum lystir. Men høvdu ættleiðingarforeldrini verið órein ímóti barninum? Hevði barnið verið fyri harðskapi av onkrum slag? Ikki eftir tí, vit fingu at vita. Tað varð sagt, at barnið treivst væl. Her er vert at minna á, at tað er ikki vanligt at taka børn frá biologiskum foreldrum, uttan so, at talan er um grova misrøkt. Og tað kemur fyri, at biologiskt gitin børn verða bæði vanrøkt og skemmað av sínum biologisku foreldrum, uttan at mynduleikarnir tá gera sína skyldu.

"Bíða nú!", mótmælir tann skilbundni. "Tú vevur manngjørdar lógargreinir og tað Gudgivna saman í ein vavgreyt. Tú mást skilja, at menniskjaleiki og miskunn eru ikki annað enn forðandi, sentimentalir kleppar fyri lógbundna skynseminum, og tað ber ikki til í einum rættarsamfelag!"

Satt er sum sagt varð. Og við tað at onkur prosedura í ættleiðingarmannagongdini varð lopin um, høvdu somu myndugleikar skyldu til at benda mannagongdina á røttu kós. Lógargreinir eiga at verða hildnar, og leiðreglur skulu verða fylgdar. Tað gerst ikki við, at ein familja av tí sama fer í skeljasor. Ættleiðingarnevndin hevur bara gjørt sína skyldu, og vit kunna ikki pilka við hennara vísa, salomonska atburð. Tað er ikki skyldan hjá ættleiðingarnevndini at vera menniskjalig. Tað avgerandi er, at tað kaldgløgga rættvísi er fullgjørt.