Ein jarðskjálvti, sum var 7,2 á Richter-stiganum, var í Kili í dag. Skjálvtin merktist væl í høvuðsstaðnum Santiago, og myndugleikarnir hava ávarað um flóðalduvanda. Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at miðdepilin í jarðskjálvtanum var 115 kilometrar frá býnum Valparaiso.
Tað vil siga, at hesin skjálvtin var nakað norðari enn tann sera harði skjálvtin í síðsta mánað.