Harðir bardagar og stórt mannfall um lítlan bý

- Okkara herdeildir verja framvegis lítla býin, Soledar, har eysturi í Ukraina, sigur varaverjumálaráðharrin í Ukraina.

Varaverjumálaráðharrin í Ukraina, Hanna Maliar, skrivar á Telegram í kvøld, at ukrainsku herdeildirnar framvegis verja lítla býin, Soledar, har eysturi í Ukraina.

 

Hon sigur, at harðir bardagar eru um býin, og soleiðis hevur verið í fleiri vikur. Sambært útlendskum miðlum hevur stórt mannfall verið í bardøgum um býin.

 

Fyrr í dag ljóðaði annars, at russisku herdeildirnar høvdu ræðið yvir stórum parti av Soledar, sum liggur einar 10 kilometrar frá Bakhmut, sum er ein størri býur í økinum.

 

Maðurin, sum russar hava sett at stýra í Donetsk-landslutinum, Denis Pushilin, sigur við tíðindastovuna Tass, at russiskar herdeildir nú eru inni í miðbýnum í Soledar.

 

Í gjár segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at støðan í økinum er trupul, men at Ukraina framvegis hevur ræðið, bæði í Soledar og Bakhmut.

 

Tað eru ymiskar meiningar um týdningin av lítla býnum, Soledar, og tað eru fleiri greinarar, sum halda, at býurin ongan avgerandi týdning hevur í krígnum.

 

Sagt hevur verið, at tað er privati russiski Wagner-herurin, sum stríðist fyri Russland um býin, og sagt verður, at russar royna at prógva, at teir kunnu vinna býin.

 

Í fjør heyst misti Russland stór landaøki, sum teir høvdu tikið frá Ukraina, men sum ukrainski herurin hevur megnað at vunnið aftur, eitt nú stóra býin, Kherson.

 

##med2##

 

 

 

Ukrainski varaverjumálaráðharrin, Hanna Maliar.