Harðskapsmál í Havn leygarkvøldið

Løgreglan heldur seg hava myndir av persóninum, sum framdi harðskapin í miðbýnum í Havn, og hann verður nú kontaktaður.

Leygarkvøldið um 02-tíðina fekk løgreglan fráboðan um, at ein maður lá á gonguteiginum við eitt skeinkistað í miðbýnum í Havn. 

 

Hildið varð í fyrstani, at maðurin bara var fullur og avdottin, men tá løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at maðurin hevði skaðar í andlitinum.

 

Hann varð fluttur á skaðastovuna til kanningar, men slapp heimaftur seinni um náttina eftir viðgerð á skaðastovuni.

 

- Maðurin, sum var fyri harðskapi, veit okkurt at siga, og vit hava eisini vitnir, sum vit fara at tosa við. Haraftrat hava vit vakmyndir av staðnum.

 

Vaktleiðarin sigur, at løgreglan heldur seg eisini hava myndir av persóninum, sum framdi harðskapin, og hann verður nú kontaktaður.

 

- Málið verður nú kannað sum harðskapsmál, og soleiðis er tað eisini skrásett her hjá okkum, sigur løgeglan.

 

Lagt verður aftrat, at hóast nógv fólk var í býnum leygarkvøldið, tí nógv jólaborð vóru kring um í býnum, var hetta sum heilt eitt rímiliga friðarligt kvøld og ein friðarlig nátt. 

 

- Onkur mál vóru, har fólk vóru komin til ilnar, men her tørnaði alt út sum best, og vit kannaðu eisini fleiri skeinkistøð, har viðurskiftini vístu seg at vera í lagi, sigur vaktleiðarin.