- At harðskapur móti børnum fer fram, er neyvan nakar í iva um. Hóast stóru avleiðingarnar, sum harðskapur hevur fyri einstaka barnið, eru tað tíverri fleiri børn og/ella ung, sum javnan - og summi kanska dagliga - uppliva harðskap.
Tað sigur Gigni, sum veitir heilsufrøði til børn og ung.
Lagt verður aftrat, at børn eru fyri harðskapi - antin móti sær sjálvum ella við at vera vitnið til harðskap í familjuni. Harðskapur mótvegis børnum er ikki loyvt í Føroyum, men hóast hetta fer harðskapur fram.
- Heilsufrøðingarnir í Gigni eru í dagliga arbeiðnum við til at avdúka - men eisini at fyribyrgja - harðskapi. Hetta verður gjørt bæði við upplýsing, men serliga í dagliga samskiftinum og á heimavitjanum í smábarnafamiljunum, umframt í dagliga samskiftinum við børn og ung í skúlunum.
Gigni vísir á, at eru tað børn, sum eru harðskapi - ella børnum tørva ráð og vegleiðing - ella bara onkran at tosa við - eru hesi vælkomin at venda tær til Gigni.
- At tora at síggja harðskap og verða við til at steðga áganginum er tín ábyrgd! sigur stovnurin, sum veitir heilsufrøði til børn og ung.