Harmaljóð um eggini av Velbastað

Alt ov nógvir føroyingar eru í mangar mátar ovmikið spiltir og sjálvsøknir

Tað ger eisini sítt til, at vit tíðum eru ovmikið grenjut um smáting og í ólukkumáta samanbera við viðurskifti aðrastaðni, so sum prísir og annað. Tað er nú heldur eingin ivi um, at nakrar útlendskar vørur eru bíligari enn okkara egnu.

Í dag kostaði eitt egg av Velbastað 2,70 krónur og eitt útlendskt 1,83 krónur, altso kostar velbastaðeggið 87 oyru meira enn tað útlendska. Tað er so tað, sum tað kostar meira um dagin, um ein føroyingur etur eitt egg av Velbastað um dagin. Vit vita, at hønurnar á Velbastað eru ikki búrhøsn, men vit vita eisini, at tað eru tær útlendsku.

Neyvan hugsi eg, at hasi 87 oyruni um dagin koyra føroyingur av knóranum fíggjarliga, tá íð hugsað verður um, at hesin sami føroyingurin til dømis ger av at koyra í egnum bili til arbeiðis hvønn dag heldur enn at brúka ókeypis bussarnar, sum kommunan bjóðar øllum havnarborgarum. Ikki bara havnarfólki, men øllum sum koma til Havnar.

Sjálvandi hava so at siga øll húski í hesum landi ráð til – enn í hvussu er – at keypa føroysk egg. Men tað er okkum so líkt, tíverri, at vit hugsa ovmikið egoistiskt og stuttskygt.

Fyri mær er ongin ivi um, at hildu vit saman um føroyska framleiðslu, so hevði mangt virksemi ikki verið noytt til at givið skarvin yvir. Um Eggvirkið á Velbastað kundi selt øll síni framúr góðu egg, so høvdu tey allarhelst blivið nøkur oyru bíligari stykkið, hóast tað í roynd og veru onki petti hevði havt at týðað fyri flestu húsarhald her á landi.

Samanhaldið vísir seg enntá at vera so vánaligt, at ein hópur av fólkinum heldur koyrir í dýrum bilum ígjøgnum undirsjóvartunlar til Havnar at keypa húsarhaldsvørur, tí at til dømis eitt tilboð er uppá tvey blikk av donskum rognum, sum kosta nakað tað sama sum eitt blikk av føroyskum. Vikuna eftir kunnu tey útlendsku rognini aftur kosta tað sama sum okkara egnu. Tískil noyðast fleiri og fleiri av handlunum í egnum umhvørvi at gevast og lata aftur. Hvat tað kostar at koyra henda innkeypstúrin í bensini og øðrum ferðaútreiðslum hevur ongan sum helst týdning - ikki enn í hvussu er, men hvør veit?

Virki eftir virki noyðist at gevast av hesi somu ólukkuligu orsøk - ov lítið samanhald, men heldur klandur og stríð og misskild smáligheit – tíverri.

Tað verður javnan undirstrikað, hvussu umráðandi tað er, at vinnulívið hevur fleiri bein at standa á, men noyðist eggvirkið á Velbastað at lata aftur, verða umleið 6000 bein kvett undan føroyskum virksemi.

Sjálvur fari eg at sakna tey vøkru, ljósabrúnu og góðu eggini av Velbastað, hóast eg ikki eti meira enn tvey ella trý um vikuna, so tað koyrir ikki meg ella flest onnur fólk í Føroyum av knóranum fíggjarliga. Er tað kortini so galið, at nakar føroyingur noyðist at venda hvørjum oyra fyri at fáa ráð til at keypa sær tey føroysku eggini, sum tørvur er á, so er tað einfalda og sjálvsagda skylda hjá okkara fólkavaldu, vælløntu tænarum, at teir fáa hetta í rættlag alt fyri eitt. Tað eru tað vælsagtans ráð til – enn ...