- Eg minnist løtuna, tá Eiler Jacobsen, sáli, ringdi til mín og fortaldi, at hann hevði eina ætlan um at gera okkurt í Skálavík. Líka so glaður, eg var hesa løtu – líka so keddur eri eg í dag, nú hotellið fer at lata aftur fyri almenninginum hin 9. desember í ár.
Tað sigur borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, Linjohn Christiansen, við Sosialin, sum er komin í hvørt hús í dag.
Í blaðnum er eisini prát við Pætur Trónd Thomsen, hotelstjóra, sum eisini umsitir Hotel Skálavík, og her er ein viðmerking frá Hjørdis Háberg Petersen, sum er forkvinna í Grunninum Immanuel, ið eigur bygningin, har Hotel Skálavík húsast.
Borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, Linjohn Christiansen, harmast um støðuna og heldur, at hetta verður eitt ógvuliga stórt bakkast fyri ferðavinnuna í Sandoynni – eitt bakkast, sum kemur bara nøkur fá ár, áðrenn koyrandi verður í oynna.
Hann vísir á, at tað fer at bera illa til hjá ferðaskrivstovum at senda ferðafólk í Sandoynna, tá Hotel Skálavík ikki er meira. - Vit vita, hvussu tað er við samferðsluæðrini, sum er siglingin um Skopunarfjørð, og vit vita, hvussu stórur trongsulin kann vera á farleiðini.
Linjohn Christiansen vísir á, at tá Hotel Skálavík ikki verður meira, soleiðis sum vit kenna henda frálíka møguleika í dag, verður avmarka, hvar ferðafólk, sum ætla sær í Sandoynna, kunnu eta og gista.
- Tá kunnu vit rokna við, at fólk í staðin koma ein dagtúr, men øll vita, at ein dagtúrur í Sandoynni eisini kann hava sínar avbjóðingar – ikki minst, tí farleiðin er so trýst við nógvum ferðafólka-og bilaflutningi.
Borgarstjórin sigur, at bygdin hevur verið sera fegin um tað virksemi, sum hevur verið á Hotel Skálavík, og hetta hevur so sanniliga sæst aftur, bæði í Skálavík og í Sandoynni sum heild.
Hann fegnast um teir møguleikar, sum liggja í Hotel Skálavík, og hann ivast onga løtu í, at Grunnurin Immanuel ætlar, at eitt hvørt virksemi framhaldandi skal vera í bygninginum.
- Eg trúgvi ikki, at virksemi í Skálavík endar her. Tað kann vera, at talan verður um okkurt annað konsept enn tað, vit kenna í dag, men eg havi mína trúgv á, at her framhaldandi fer at vera eitt hvørt virksemi, sum kemur at tæna Skálavík og Sandoynni allari, sigur Linjohn Christiansen við Sosialin í dag.
##med2##