Harmonikubussur við MVG

Tað er dýrt at leiga sær danskan buss til Føroya í tveir mánaðar. Bileftirlitið krevur føroyskar plátur á hann, og tí noyðist eigarin at rinda MVG

Bygdaleiðir bróta upp úr nýggjum. Í jólamánaðinum verður nýggjur bussur at síggja á føroysku vegunum. Millum Leirvík og Havnina fer ein sonevndur harmonikubussur at røkja leið 400 í einar tveir mánaðar. Eisini fer hann at verða royndur millum høvuðsstað og flogvøll.

Talan er um ein MAN buss við Neoplan skrokki, ið ætlandi verður leigaður úr Danmørk. Hann tekur 73 fólk og er 18 metrar langur. Hóast talan bert er um eina roynd, er reglugerðin fyri leigu av útlendskum akførum púra greið: Tað ber ikki til at leiga ein buss frá eigara, ið býr uttanlands. Skal bussurin koyra í Føroyum, skal hann hava føroyskar plátur. Og tað kostar.


Bussurin er verdur 1,2 milliónir krónur, og eigarin noyðist at gjalda 25% av hesi upphædd í MVG. Tað eru 300.000 krónur. Tá leigumálið gongur út fær hann kortini 10/12 aftur. Upphæddin, ið verður liggjandi eftir í landskassanum, er 50.000 krónur. Upprunaliga leiguavtalan, sum fólkaflutningdeildin á Strandferðsluni hevði, var 60.000 krónur. Harmonikubussurin kostar nú Strandferðsluni 110.000 krónur í tveir mánaðar. Við MVG?