Harra Zakarias Wang

Ikki óraði tað meg, tá eg setti navn mítt undir eitt adressu tiltak sum eg fekk stungið í hondina, sum segðist at hava til endamáls, at halda fólkafund, landi og fólki at frama, at eg tá var við at geva tær høvi til slíkan óhøviskan málburð og orðaval, sum ikki áður hevur ljóðað á røðarapalli her, tað oyggjarnar hava staðið, tað kom mær ikki til hugs.

Skal tað vera í slíkum anda, ið bert ber brá av illvilja og haturi móti aðrari tjóð og fólki - so víki eg frá fedranna læru og hellufastari siðvenju og tað, ið lagt varð í okkum sum óvitar, nevniliga at bera okkum heiðurliga og høviska at - og ikki minst tá ókunnufólk og fremmandir vóru á ferð og vitjan, og hesum siði fari eg ikki at venda baki.

Í mongum føri man hettar vera meir at kalla ófrætta tala og framferð at hoyra, fyri vára uml. 20.000 landsmenn og góðu kenningar av føroya landi, ið búgvandi eru niðri, og víðari umkring heimin. Tað skal so navn mítt í komandi tíð ikki standa sum skorða og stuðul til.

So harra Vang! Vinsamiliga strika í hvørt fall mítt navn úr hesi tíni prosess, ið hevur jarðlagt okkum bæði heiður og æru frá, sum tú hvørki í heiðum ella halgum skriftum finnur viðhald í - tí her er tað umdømið hjá tínum egna fólki ið um er at tala, og tú gjørdi teg til talsmann fyri allar føroyingar tá handa tín feigdarrøða varð hildin á vaglinum fyrst í hesum árinum.


Kvívík 13. jan. 98

Viggo Johannessen