Harris hevur fundir við møgulig varaforsetavalevni

Kamala Harris nærkast eini avgerð um, hvør verður hennara varaforsetavalevni, siga keldur

Kamala Harris hevur væntandi avgjørt mánadagin, hvør verður hennara varaforsetavalevni, áðrenn hon skal luttaka á veljarafundi við valevnið í Filadelfia á fyrsta sinni týsdagin. (Savnsmynd). - Mynd: Joe Lamberti/Ritzau Scanpix

Amerikanski varaforsetin, Kamala Harris, ætlar at hava andlit til andlits fundir um vikuskiftið við bólkin av fólki, sum hon umhugsar sum varaforsetaevni til forsetavalið 5. november.

 

Tað siga ónevndar keldur við vitan um valtilgongdina bæði við Reuters og amerikanska AP.

 

Tað ljóðar eisini sum um, at Harris nærkast endaligari avgerð um, hvør skal hava starvið.

 

Væntandi verður Kamala Harris eftir øllum at døma vald sum forsetavalevni hjá demokratunum. Flokkurin boðaði fríggjadagin frá, at hon hevur fingið nóg mikið av atkvøðum millum umboðini til at verða uppstillað.

 

Sambært tveimum keldum hjá Reuters hitti Harris fríggjadagin privat við samferðslumálaráðharranum, Pete Buttigieg, sum sigst vera ein av favorittunum til starvið. Fundurin vardi umleið 90 minuttir.

 

Demokraturin hevur væntandi tikið avgerðin mánadagin, áðrenn hon skal luttaka á veljarafundi við sínum varaforsetavalevni í Filadelfia á fyrsta sinni týsdagin.

 

Onnur, sum væntast at vera hennara valevni, eru Josh Shapiro, guvernørur í Filadelfia, senatorurin Mark Kelly, Tim Walz, guvernørur í Minnesota, Andy Beshear, guvernørur í Kentucky, og J.B. Pritzker, sum er guvernørur í Illinois.

 

Sambært fjølmiðlakeldum hava fleiri teirra brádliga avlýst ætlanir um vikuskiftið - til dømis hevur Shapiro avlýst trý vælgerandi tiltøk í New York.

 

Hvønn valið hjá Harris fellur á, verður avgerandi fyri valstríðið hjá henni, sum hevur gingið við nógvari ferð, eftir at Joe Biden, forseti, legði frá sær sum valevni í farna mánaði.

 

Sambært AP segði Biden fríggjadagin við tíðindastovuna, at hann hevur tosað við Harris um valgongdina, men vísti aftur, at hann hevur ráðgivið henni um, hvørjar eginleikar hjá teimum hon skal raðfesta.

 

- Eg skal lata hana finna útav tí, segði hann uttan fyri Hvítu Húsini.

 

Á republikansku síðuni eru forsetavalevnið og fyrrverandi forsetin Donald Trump og varaforsetavalevni hansara, J.D. Vans.

 

 

 

/ritzau/

 

Kamala Harris hevur væntandi avgjørt mánadagin, hvør verður hennara varaforsetavalevni, áðrenn hon skal luttaka á veljarafundi við valevnið í Filadelfia á fyrsta sinni týsdagin. (Savnsmynd). - Mynd: Joe Lamberti/Ritzau Scanpix