Harry Benjaminsen, formaður í Tofta Arbeiðsmannafelag: Vit halda okkum bara til sáttmálan

- Tað tænir ongum endamáli at seta limirnar upp ímóti felagnum, tí tað eru limirnir sum gjøgnum sítt fakfelag hava gjørt tær lógir og reglur, sum feløgini virka eftir og vilja halda fast um, sigur Harry Benjaminsen, sum eisini er stjórnarlimur í Føroya Arbeiðarafelag

Sosialurin hevur viðgjørt málið um døgurðatíman á Fiskavirking á Toftum.
Herfyri vrakaði Tofta Arbeiðsmannafelag eitt uppskot, sum leiðslan á virkinum saman við álitisfólkunum hevur gjørt. Uppskotið var fyrst til atkvøðugreiðslu millum arbeiðsfólkið á virkinum, og her var ein tepur meiriluti fyri at avtaka døgurðatíman og hava ein matarsteðg uppá 20 minuttir í staðin.
Uppskotið snúði seg um at hava 20 minuttir matarsteðg millum kl. 12 og 13 og ein kaffisteð fyri døgurða og ein eftir døgurða uppá 15 minuttir hvør.
Leiðslan á Fiskavirking sigur seg hava tilsamans 40 minuttir at ráða yvir, um fólkið skal sleppa heim kl. 16 og fáa fyri fullan dag. Men við tað, at kaffisteðgirnir eru 15 minuttir í staðin fyri 10, sum hevði verið innanfyri rammurnar, er neyðugt at arbeiða til kl. 16.10, um fólk ikki skulu missa løn.
Birgir Nónsgjógv segði við Sosialin herfyri, at kaffisteðgir uppá 10 minuttir eru órealistiskir, tí fólk fáa ikki stundir at lata seg úr arbeiðsklæðunum, drekka kaffi og so lata seg íaftur klæðini uppá 10 minuttir; tí skutu leiðsla og álitisfólk upp, at kaffisteðgirnir skuldu vera 15 minuttir í staðin.
Halda seg til sáttmálan
Harry Benjaminsen er formaður í Tofta Arbeiðsmannafelag og nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag.
Hann sigur, at felagið hevur havt málið til viðgerðar og kann ikki góðtaka, at fólk skulu arbeiða til kl. 16.10, tí hetta er í stríð við sáttmálan.
- Men áðrenn málið nakrantíð kom til felagið, ringdi umboð fyri Fiskavirking á Toftum til mín og spurdi, hvussu málið kundi loysast, um døgurðatímin skuldi avtakast og matarsteðgur setast í staðin. Umboðið upplýsti tá, at ætlanin var at arbeiða til kl. 16.10, men her gjørdi eg beinanvegin greitt, at tað fór felagið undir ongum umstøðum at góðtaka.
- Sáttmálin sigur, at arbeiðsdagurin er 8 tímar og skal arbeiðast útyvir hesar 8 tímarnar, skal yvirtíð gjaldast. Eftir uppskotinum skuldu limirnir hjá okkum arbeiða í 8 tímar og 10 minuttir, og tað er í stríð við sáttmálan.
Felagið noyðist at halda fast um vunnin rættindi, tí verður lorað á einum øki, kunnu vit spyrja okkum sjálvi, hvat tað næsta verður. Vil Fiskavirking gjalda arbeiðsfólkinum yvirtíð fyri hesar 10 minuttirnar, seta vit okkum ikki upp ímóti hesum, sigur formaðurin í Tofta Arbeiðsmannafelag.
Harry vísir á, at døgurðatímin gevur 100% yvirtíð, og felagið sær onga meining í at avtaka hendan, um tað kemur aftur um brekkur í seinna enda.
- So, hetta er ikki eitt lítið málið, sum leiðslan á Fiskavirking vil gera tað til. Hetta er ein spurningur um at halda fast um vunnin rættindi, og tað vilja vit gera.
Hvør vil avtaka døgurðatíman?
Harry hevur eisini sett sær spurningin, hvør tað er, sum vil avtala døgurðatíman á Fiskavirking á Toftum.
- Eru tað tey, sum arbeiða á virkinum og ikki búgva á Toftum. Tey fara kanska ikki heim til døgurða kortini.
Hann sigur, at felagið hevur ikki greiðu á, hvussu nógv toftafólk vilja hava matarsteðg í staðin fyri døgurðatíma.
- Hetta sigi eg ikki, tí felagið hevur nakað ímóti matarsteðgi í staðin fyri døgurðatíma. Tað hava vit ikki, um hetta verður gjørt í tráð við sáttmálan, sigur hann.
Formaðurin í Tofta Arbeiðsmannafelag sigur, at virkisleiðarin á Fiskavirking á Toftum, Birgir Nónsgjógv, heldur eigur konsentrera seg um virkisleiðsluna enn um fakfelagsspurningar, tí teir spurningarnar taka felagið og limirnir sær av.
- Tað tænir ongum endamáli at seta limirnar upp ímóti felagnum, tí tað eru limirnir sum gjøgnum sítt fakfelag hava gjørt tær lógir og reglur, sum feløgini virka eftir og vilja halda fast um.
Harry sigur, at felagið als ikki vil vísa nakran illvilja mótvegis limunum, ei heldur móti Fiskavirking á Toftum sum arbeiðsgevara. Bæði limirnir og arbeiðsgevarin eru altíð vælkomin at venda sær til felagið.
- Vit vilja bara halda fast um vunnin rættindi. Gera vit ikki tað, enda vit á einum síðuspori, sigur Harry Benjaminsen at enda.