Harry handar Suna pengarnar

Neyðhjálp

Formaðurin í Tofta Arbeiðsmannafelag, Harry Benjaminsen, var fram við á skrivstovuni hjá Reyða Krossi Føroya Deild, mánadagin, har hann handaði formanninum, Suna Winther, tær 5.000 krónurnar, sum arbeiðsmenn og arbeiðskvinnur á Toftum hava samtykt at veita til hjálpararbeiðið eftir herviligu vanlukkurnar, sum stóðst av flóðalduni í Fjareystri.
Harry Benjaminsen sigur seg vóna, at onnur arbeiðarafeløg eisini fara at stuðla hjálpararbeiðinum.
Suni Winther, formaður í Reyða Krossi, Føroya Deild, er fegin um, at eisini arbeiðafeløg vilja stuðla hjálpararbeiðnum.
- Eg vóni, at hetta er byrjanin til, at fleiri feløg fara at fylgja Tofta Arbeiðsmannafelag og stuðla innsavningini til vanlukkuraktu økini, sigur Suni Winther.