Harry Potter rísur aftur

Nú er hjá ølllum Potter-fjepparum at leggja leiðina til London næsta summar.

Atta ár eftir seinasta filmin, gevur J. K. Rowling unga gandakallinum nýtt lív, hesaferð á sjónleikarapallinum. 

 

Sjónleikurin Harry Potter and the cursed child, ella Harry Potter og bannsetta barnið, verður settur á pall á Palace Theatre í London summarið 2016.

 

J. K. Rowling boðaði longu í 2013 frá, at hon arbeiddi við eini nýggjari Harry Potter verkætlan, sum skuldi lýsa lívið hjá unga gandakallinum, áðrenn hann kom til Hogwarts. Í einum tíðindaskrivi boðar rithøvundurin frá, at sjónleikurin er um Harry Potter sum foreldraleysan, og fer eisini at greiða frá lívinum hjá foreldrum hansara.

 

J. K. Rowling hevur ikki skrivað sjónleikin sjálv, men hevur verið partur av tilgongdini. Hon er hjáframleiðari, saman við framleiðarunum Sonia Friedman og Colin Callender. Jack Thorne hevur skrivað sjónleikin og John Tiffary er leikstjóri.

 

Hendan søgan verður væntandi ongantíð útgivin í bók, sigur J. K. Rowling, og greiðir frá, at pallurin er einasti rætti miðilin at miðla hesa søguna gjøgnum.

 

Tey munnu vera mong, eisini úr Føroyum, sum nú fyrireika ein túr til London næsta summar.