Eftir treka byrjan glapp sunnudagin hjá Víkingi, sum vann 3-1 á útivølli ímóti NSÍ. Tá hildu víkingarnir seg gera taktiskt mistak frá fyrsta bríksli, og tað ætla teir ikki at gera aftur:
-Vit eru við at vera har, sum vit eiga at vera. Í útgangsstøðu vóru vit varnir ímóti NSÍ, men tá ið teir høvdu skorað, so broyttu vit og fóru til okkara spæl, sum er at leypa á frammarlaga á vøllinum, og tað riggaði, sigur Sølvi Vatnhamar, sum staðfesti 3-1 sigurin við Løkin við rimmar langskoti.
-Vit arbeiddu sera væl, og tað vísti seg í evstu løtu at geva bonus í tveimum málum og harvið 3-1 sigri, staðfestir landsliðsmiðvallarin.
Sámal Erik Hentze, Víkinga venjarin, skal finna nýggjan vinstra vongverja í staðin fyri Hanus Jacobsen, sum er vøddaskaddur. Í Runavík loystu fyrst Jobin Drangastein og síðani Jákup Vatnhamar Olsen av.
TB ferðalagið fer longu fyrrapartin av Krambatanga og norður. Spælararnir eru ikki til arbeiðis í dag, men tað positiva í teirra verð er, at teir sleppa suður aftur í kvøld:
-Soleiðis eru treytirnar. Spælararnir missa inntøku, men í slíkum førum er á víst endurgjald frá Fótbóltssambandinum, sigur TB formaðurin Palli Eysturberg.
Í TB leguni eru teir ógvuliga uppsettir at vísa betri avrik, enn teir gjørdu á heimavølli ímóti ÍF:
-Eftir at hava megnað málleysan javnleik í Gundadali ímóti B36 var hatta stórt vónbrot, sum liðið sjálvandi fer at gera alt fyri at vaska burtur, sigur TB formaðurin.
Einasti TB spælarin, sum orsaka av skaða ikki er tøkur, er verjuspælarin Absalon Eliasen.