Hasfjord verður nú endaliga tikin úr sigling

Eftir at støðan við Hasfjord er eftirmett, og krevjandi klassakrøv, ið skulu vera uppfylt hálvan juni, eru sett, hevur landsstýrismaðurin í samráð við Strandferðsluna gjørt av at leggja Hasfjord í seinnu hálvu av juni mánaði.

Tað skrivar Strandferðslan í morgun. Samskift hevur verið við ymsar viðkomandi partar í Sandoynni um støðuna, og ynskið er frá millum annað vinnulívi í oynni at sigla tveir túrar eyka gerandisdagar.

 

Strandferðslan arbeiðir í løtuni við at gera neyðugar tillagingar í ferðaætlanini fyri at kunna nøkta flutningstørvin á Sandoyar- og Hestleiðunum, eftir at Hasfjord verður tikin úr sigling.

 

Væntandi tekur Erla Kongsdóttir sær av pørtum av siglingini út í Hest komandi tíðina. Hon siglir annars í løtuni sum eykaskip á Nólsoyarleiðini og fer seinni í summar at avloysa á Kalsoyleiðini, tá ið Sam skal á beding.

 

Samskift verður í løtuni við Landsverk og Tórshavnar Kommunu um at fáa rampurnar í Hesti og á Gomlurætt klárar til, at Erla Kongsdóttir kann flyta akfør um Hestfjørð.

 

Farið verður nú undir samráðingar við áhugaðar upphøggarar um at keypa Hasfjord, skrivar Strandferðslan.