Á vári í 2025 vórðu broytingar í ferðslulógini samtyktar í Løgtinginum. Talan var um broytingar í ásetingunum um rúsevnakoyring, sum hevur víst seg at vera ein alsamt vaksandi trupulleiki í Føroyum.
Revsiásetingarnar fyri koyring undir ávirkan av THC (hash) eru broyttar soleiðis, at revsimynstrið nú líkist revsimynstrinum fyri rúsdrekkakoyring, har revsingin verður ásett eftir, hvussu ávirkaður førarin er.
Í heyst er ætlanin eisini at dagføra kunngerðina um flokking av evnum, sum eru vandamikil fyri ferðslutrygdina, stendur í ískoytistilfarinum til ólavsøkufrágreiðing løgmans.