Hat-trick til Liljuna

Liljan Djurhuus gjørdist heilt stóri vinnarin á galla-kvøldinum hjá hondbóltinum

 

Fyri triðju ferð hevur Liljan Djurhuus verið á pallinum í Vági, har hondbóltsgallakvøldið er væl og virðiliga ígongd.

 

Hesa ferð kom hon eftir størsta heiðrinum av øllum. Nevnliga heitinum sum ársins spælari í føroyskum kvinnuhondbólti.

 

Liljan vann heiðurin í kapping við Gintare Butkeviciute úr VB og Milica Rankovic úr Neistanum.