Við tað at Vestmanna kirkja fyllir 120 ár 15. desembur verður nógv gjørt burtur úr í kirkjuni í komandi viku.
Sunnudagin verður hátíðargudstænasta. Fyrst verður bjóðað til morgunmat í kirkjukjallaranum klokkan 10, áðrenn gudstænastan byrjar klokkan 11. Dómpróstur Uni Næs og sóknarpresturin Marjun í Kálvalíð luttaka. 13. er jú Lucia-dagur og sum vera man ganga gentur úr Vestmanna skúla Luciugongd hendan dagin og Vestmanna kirkjukór syngur.
Á sjálvum føðingardegnum, týsdagin, verður stór konsert í kirkjuni. Tað er kirkjuráðið, sum bjóðar til konsert, við luttøku av Vestmanna Sangkórinum, Holgar og Elsibeth, Súsannu og Paula, Halleluja Sofusi, Kórinum Experiment, Ester Kristiansen, Magna Christiansen og Vestmanna Kirkjukóri. Konsertin er ókeypis, men til ber at lata eitt oyra til Í Menniskjum Góður Tokki.