Stjórin, Pole Mikkelsen, bjóðaði øllum vælkomnum til løtuna. Hann ynskti fyrst øllum hjartaliga tillukku við próvnum. Stórur munur er at síggja á næmingum við byrjan og enda, segði hann. Frá fyrsta degi, tá næmingarnir hittast fyrstu ferð, eingin kennur hvønn annan ella, ikki minst, tað sum lærast skal og síðan dagin, tá prógv verður handað og úrslit sæst á stríðnum. Langt er at síggja frameftir, men stutt aftureftir - sanniliga rennur tíðin sum streymur í á. Dagin prógvini verða handað, kenna øll seg heima á skúlanum.
Vilhjálmur Gregoriussen námsfulltrúi, helt síðani røðu. Hann segði m.a., at hetta var síðsta ferðin, at prógvini verða handað av umboði fyri landsmyndugleikarnar. Í framtíðini skulu skúlarnir sjálvir skriva prógvini. Hetta er ein partur av nýggju Mál- og Rammustýringini, ið sett verður í verk av Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Ábyrgdin av skúlunum verða í størri mun lagdar út á skúlarnar at umsita. Hann helt, at tað var spell at tilgongdin til sjóvinnuflokkin er í minking, og serliga tá hugsað verður um, hvussu stóran fyrimun hesin gevur. Ofta hevur verið tosað um broytingar í kokkaútbúgvingini, men enn er bert hugsanir frammi. Vónandi gongur ikki ov long tíð, til broytingar síggjast. At enda takkaði Vilhjálmur Gregoriussen vegna skúlamyndugleikarnar Álvi Zachariassen fyri tíðina hann hevur verið í starvi á Klaksvíkar Sjómansskúla.
Álvur Zachariassen
Hetta var síðsta árið at Álvur Zachariassen var lærari. Hann byrjaði á skúlanum í 1972. Hann hevur arbeitt á skúlanum undir 4 stjórum: Fisher Heinesen, Erik Danielsen, Frans Jacobsen og Pola Mikkelsen. Í tíð síni á skúlanum hevur hann undirvíst 418 skiparanæmingum, 198 sjóvinnufloksnæmingum, 151 kokkanæmingum og 31 fjarritarum. Fjarritaraútbúgvingin datt niðurfyri fyrst í áttati-árunum. Tilgongdin var minkað niður í einki samstundis við, at ikki longur var neyðugt at hava fjarritara við skipi. Álvur segði í talu síni, at nógv er broytt á skúanum hesi 26 árini hann hevur starvast sum lærari. Skúlin varð útbygdur í áttati-árunum og vaksandi altjóða krøv hava broytt útbúgvingina munandi. Men, segði hann, at hóast stórar broytingar var arbeiðslagið altíð gott millum lærarar og starvsfólk á Klaksvíkar Sjómansskúla. Eitt var, ið ikki var broytt og tað var hugburðurin hjá næmingunum. Næmingarnir vóru komnir eftir einum úrsliti og løgdu seg eftir at fáa sum mest burturúr. Av hesum kundi sigast, at eingin fekk prógv, men tók prógv, tí altíð lá eitt stríð aftanfyri.
Óli Olsen, lærari, takkaði síðani vegna lærara- og starvsfólkið tíðina tey høvdu havt saman við Álvi hesi mongu árini. Óli nevndi eisini, at hóast broytingar hava verið nógvar, so er skúlin ikki væl fyri hvat tólum viðvíkur. Hann vildi heita á myndugleikarnar at hava hetta í geyma so at skúlin ikki datt ímillum tíðarrákið og kajuna.
Síðsti talari var ein kokkanæmingur, ið fyri flokkin takkaði fyri tíðina á skúlanum. Tíðin hevði verið sera lærurík, segði hon. Hon handaði fyrstakokki skúlans, Jákupi Ziskasyni eina gávu frá flokkinum. Gávan var ein grindaknívur, sum ein av næmingunum hevði gjørt.
Aftaná var smyrjibreyð og annað gott úr køkinum at fáa.
Hátíðarhaldið endaði við, at øll reistust og sungu fyrsta ørindi av tjóðsangi okkara.