Hátíðarhald nú brúgvin um Stórá er liðug

Aftaná bandið er klipt, koyrur fyrsti bilurin um brúnna.

Leygardagin 14. des. kl. 13.00 verður alment hátíðarhald við brúnna um Stóra, nú nýggja og snotiliga brúgvin er liðug og klár at taka í brúk, skrivar sunda.fo.

 

Byrjað verður á Streymnes síðuni, har Eiðis ljómfelag spælir og Jógvan Kruse sigur nøkur orð. Aftaná bandið er klipt, koyrur fyrsti bilurin um brúnna og í hølinum á honum ganga øll tey ið eru møtt upp. Mitt á brúnni steðga vit til eina felags mynd sum Kjartan Madsen tekur við dronu (um veðrið er til tað).  

 

Aftaná eru øll vælkomin inn í Hvalvíkar skúla til ein góðan drekkamunn við lagkøku, skrivar sunda.fo.