Fyritøkan var upprunaliga stovnað í Vestmanna sum Super Dekk Service í 1973, og flutti nakað eftir tað til Havnar. Tað var Sámal Bláhamar, sum setti fyritøkuna á stovn. Síðan 1979 hevur fyritøkan hildið til Hoyvíksvegin.
Síðan 1992 hevur Fríðrikur Bláhamar veri stjóri í fyritøkuni. Í 1995 varð fyritøkan gjørd til partafelag, og í 2007 gjørdist hon partur av altjóða ketuni First Stop, sum er ein av størstu handilsketum við felgum og dekkum í Danmark og Evropa við meira enn 2000 dekksentrum. FirstStop er vorðin ein størri og størri partur av samleikanum hjá Sp/f Super Dekk.
##med2##
Fríðrikur Bláhamar sigur, at øll eru vælkomin at hátíðarhalda dagin frá kl 14 til 18.
##med3##