Í einum uppslagi á Facebook skrivar hon, at nógv hava givið jaligar viðmerkingar, men at hon eisini hevur lagt merki til, at orðið "skomm" gongur aftur hjá teimum, sum eru ímóti tiltakinum.
– "Skammið tykkum", "hetta er skammiligt" og "vanærilig skomm" eru millum viðmerkingarnar, hon nevnir.
Sambært borgarstjóranum ynskja summi helst, at LGBT+-persónar skulu "goymast burtur" og fara "inn aftur í skápið".
– Men vit skammast ikki. Øll hoyra jú til í Tórshavnar kommunu, skrivar Elsa Berg.
Hon undirstrikar, at ælabogin er ætlaður øllum LGBT+-persónum og ber boð um, at eingin er skeivur.
– Vit skulu øll hava møguleikan at útrykkja okkum soleiðis, sum vit eru, og samfelagið má geva rúm fyri hesum, skrivar hon.
Sambært borgarstjóranum er endamálið við ælaboganum at fagna ymiskleikanum, verja um rættindi, sum eru vunnin, og vísa, at Tórshavnar kommuna ynskir at vera ein rúmlig kommuna.
##med2##
Hon endar uppslagið við ynskinum um eitt gott og litríkt summar.
Ælabogastrípurnar í Steinatúni hava seinastu dagarnar elvt til nógv kjak á sosialu miðlunum, har bæði stuðul og hvøss mótmæli eru komin fram.











