Í ørkymlandi døgunum í apríl 1940 varð ein rúgva av telegrammum send millum Uttanríkisráðið í London og nýsetta 26 ára gamla bretska konsulin í Tórshavn, Frederik Mason.
Tann 25. apríl fyri 85 árum síðani vóru boðini givin um, at føroysk skip skuldu sigla undir Merkinum, og søga varð skrivað.
Hetta var ikki bara ein fyrisitingarlig avgerð, men at vísa virðing og viðurkenning av tí serstaka føroyska samleikanum. Tað varð tá mett sum eitt “fyribils og ítøkiligt tiltak”. 85 ár seinni er Merkið greitt alt annað enn “fyribils”.
Merkið er eisini ein týðandi arvur frá seinna heimsbardaga. Tey mistu lívini og offrini, sum nógv í Føroyum og Bretlandi hava latið, verða ikki gloymd til dagin í dag, og serliga so í ár, tá vit hátíðarhalda 80 ár síðani sigurin í Evropa og endan á seinna heimsbardaga.
Sum vit hátíðarhalda Merkið, hátíðarhalda vit nógv meira enn eitt flagg. Vit hátíðarhalda føroysku søguna og andan. Nógv líkt flagginum, so er tað mótstøðuført og sæst best í hørðum vindi.
Vovið í klæði á flagginum er eisini tað serstaka bandið millum lond okkara. Eitt vinalag, sum myndaðist gjøgnum tíðirnar sum grannar í Norðuratlantshavi. Eg fegnist um at siga, at í dag er bretskt-føroyska sambandið framvegis í fagrasta blóma. Frá handli okkara og samstarvi um fiskivinnu, til sambondini millum fólkasløg okkara, stovnar og vinnufyritøkur, ganga okkara bond víða um.
Eg eri hesa vikuna saman við Akseli V. Johannesen, løgmanni, á vitjan hansara í London. Meðan vit líta frameftir, er nógv meira, sum vit kunnu og vilja gera saman fyri at tryggja felags vælferð og trygd í okkara norðuratlantiska grannalagi.
##med2##
Tíverri síggja vit í dag afturvendandi líknandi myrk geopolitisk skýggj, sum hingu yvir himli okkara fyri 85 árum síðani. Nú, eins og tá, er umráðandi, at vit standa saman um okkara felags virði, fólkaræði og altjóða reglugrundaðu-skipanina, sum vit hava stríðst fyri at verja.
Veit, at gjøgnum hesar truplu tíðir er Bretland framvegis ein fastur samstarvsfelagi hjá Føroyum og av sonnum hjá øllum danska kongaríkinum.
Vegna Bretland ynski eg tykkum øllum hjartaliga tillukku við hesum 85 ára flaggdegnum.
Mátti Merkið framhaldandi veittra!
Góðan flaggdag.
Joëlle Jenny,
Bretsk sendikvinna til Kongaríkið Danmark