Sunnudagin er grækarismessa og gamalt er, at tá kemur Tjaldrið aftur eftir at hava verið suðuri í heitari londum í vetur. Tað plagdi at verða hátíðarhildið ymsastaðni og tað verður tað eisini hesa ferð.
Í hesum sambandi verða grækarismessuhald bæði í Havn og í Runavík, og kanska aðrastaðni við.
Í Havn plaga skótarnir at skipa fyri og tað gera teir aftur í ár. Skrúðgongan fer undan Bryggjubakka klokkan 14,45, tá ið skótar, úlvar og títtlingar úr skótaliðunum í Havn, fara til gongu.
Gingið verður eftir Bøgøtu, síðani eftir Tróndargøtu, Niels Winthersgøtu, Steinatúni, Niels Finsensgøtu og oman á Vaglið.
Sjálvt Grækarismessuhaldið verður í gamla kommunuskúlagarðinum klokkan 15.
Talarastólurin verður á trappuni frammanfyri býráðnum og tað verður Kolbrún í Haraldsstovu, sum arbeiðir á Tjóðsavninum, sum fer at flyta fram røðu.
Tað er Skótafylki Sigmunds Brestirssonar, sum skipar fyri grækarismessuhaldinum, har eisini hornorkestur fer at spæla nøkur løg.
Í Runavík fer Visit Runavík, saman við skótunum, at skipa fyri Grækarismessuhaldi í Skótahúsinum við Løkin í Runavík sunnudagin, og tað verður klokkan 15.
Tað verður ein dagur við røðu og hornblástri. Tiltakið byrjar við, at skótarnir ganga skrúðgongu. Jóhann Mortensen, sum er kendur úr Kringvarpinum, flytur fram røðu og Nes Sóknar Musikkfelag spælir. Tiltakið varar á leið ein tíma, siga tey í tíðindaskrivi.