Fríggjadagin hittast vinnufólk í Føroyum til tann fimtanda vinnudagin í røðini.
Sambært Vinnuhúsinum, sum skipar fyri degnum, skal Vinnudagurin vera við til at menna vinnuligan hugburð, skapa stoltleika í vinnuna og økja um virðingina fyri vinnuni.
– Vinnudagurin er hátíðardagur vinnunnar. her leggja vit gerandisdagin til síðis, fáa íblástur og vitan og otsa um felags áhugamál, sigur Vinnuhúsið.
Á skránni eru fyrilestrar og kjak, og so verða ársins virki og ársin átak avdúkað.
Dr. Jonas Ridderstråle fer at røða um marknaðin, sum broytist. Hann spyr, hvussu vit tillaga okkara virksemi og hugsanarhátt og gerast framtíðar vinnarar. Dr. Jonas Ridderstråle er bestseljandi rithøvundur
Eftir hann verður tað Johan Bülow, ið sum 23 ára gamal stovnaði fyritøkuna, sum longu er vorðin eitt kent brand kring allan heimin. Johan Bülow er stjóri og stovnari av »Lakrids by Johan Bülow«
Síðani verður tað okkara egni professari, Bogi Bech Jensen, ið fer at tosa um vinnugransking. Hann hevur góðar royndir við tvørfakligum samstarvi millum lærdar háskúlar og vinnuna.
Kjakið á Vinnudegnum hevur fingið heitið: Hvat skulu vit duga? Har verður spurt, hvussu vit útbúgva føroysku arbeiðsmegina til tann tørv, ið vinnulívið og samfelagið hava.
Tiltakið í Norðurlandahúsinum endar við, at Ársins Virki og Ársins Átak verða kosin.
Í Vinnuni í Sosialinum í kvøld er stórt tema um Vinnudagin.