Nýggja gøtan framvið Hvítanesvegnum varð alment tikin í nýtslu í morgun, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, klipti snórin til nýggju gøtuna.
Eftir at gøtan alment varð latin upp varð farið oman í bygdina, har stórt tjald var sett upp við skúlan. Tórshavnar Brass Ensemble við Kenneth Jones spældi festlig løg og felagssangur varð sungin.
Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd, helt stutta røðu, aftaná hugleiddi Jákup Mørkøre um bygdina og ymiskt, knýtt at 175 ára longu bygdarsøguni.
Kommunan bjóðaði kaffi, køkur og pylsur, og aftaná var eisini ein stigabilur hjá sløkkliðnum og undirhelt børnini og barnsligar sálir.
Elin Lindenskov segði millum annað, at tað er gleðiligt at gøtan millum Hvítanes og Hoyvík endiliga er liðug.
- Hvítanes er niðursetubygd frá endanum av 1830’unum. Ein orsøk til at fólk settust her, var at bøta um sambandið millum Eysturoynna og Streymoynna. Hvítanes liggur framvegis á leiðini millum Eysturoynna og Streymoynna, men nú er ferðslan eftir vegnum. Og vegurin er ein tann mest ferðslutungi í øllum landinum. Her koyrdu ikki minni enn 4145 bilar í miðal um samdøgrið í 2010 sambært Landsverki. So nú er tíðin komin til at Hvítanes fær sína egnu gøtu, so fólk kunnu ganga trygg fram við landsvegnum.
- Líka síðani Kaldbakstunnilin kom hava Hvítanesfólk ynskt sær hesa gøtuna. Eitt heilt ættarlið er vaksið upp við ynskinum um hesa gøtuna. Eg hoyrdi ein skúladrong í sendingini við "Tórða á Túri" siga, at hann var glaður fyri at hann og beiggin nú kundu súkkla í skúla. Teir súkklaðu til rundkoyringina á Hvítanesvegnum og leiddu so súkkluna yvir um vegin har og súkklaðu so restina at teininum í skúlan.
- Tað var eisini gleðiligt at hoyra eina mammu siga, at nú kundi hon trygt senda børnini niðan til Hoyvíkar í skúla til ítrótt og onnur frítíðarítriv. Fyrr sá hon seg noydda at koyra børnini hvørja ferð eitt barn skuldi til okkurt frítíðarítriv.
- Sum eg havi skilt tað, so eru tað um 25 skúlabørn á Hvítanesi. So eg dugi at ímynda mær at henda gøtan er ein stórur bati fyri hvítanesfólk. Eg fari tí at ynskja øllum Hvítanesfólki og okkum øllum í Tórshanarkommunu hjartaliga tillukku við gøtuni, segði Elin Lindenskov at enda.