? Hatta er ein joke

? Tað er púrasta burturvið at hugsa sær, at lønirnar kunnu hækkast við 10 prosentum. Verður tað úrslitið av samráðingunum, so seta vit okkara kappingarføri upp á spæl, sigur Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju.

Um ein mánað ganga sáttmálarnir á privata arbeiðsmarknaðinum út og feløgini eru farin at fyrireika seg til sáttmálasamráðingarnar, sum av somu orsøk standa fyri durum.

Í blaðnum í gjár sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, at teirra krav eftir øllum at døma verður ein lønarhækkan upp á 10 prosent.

Hon vísir á, at støðið fyri hesum kravi er lagt við sáttmálanum, sum varð gjørdur millum Føroya Tele og Starvsmannafelagið herfyri.

Vit hava tosað Poul Mohr, stjóra á Tórshavnar Skipasmiðju um hvat hann heldur um lønarkravið frá FA.

? Hatta er ein joke, er hansara fyrsta viðmerking.

? Tað er ongastaðni í vesturheiminum givin ein so stór lønarhækkan, og tað kemur neyvan fyri her heldur, sigur hann.

Men Ingeborg vísir á at tað er sáttmálin sum var gjørdur við Føroya Tele, sum hevur lagt grundina, hvat sigur tú til tað?

? Tað er rætt. Og eg haldi eisini, at stjórin á Føroya Tele gjørdi ein stóran brølara tá hann undirskrivaði handa sáttmálan. Tí Ingeborg hevur rætt í, at hann legði grundina fyri komandi lønarkrøvunum, sigur Poul Mohr.

Men skilir tú ikki, at arbeiðsfólkið vil hava meira í løn?

? Jú, tað skilji eg væl. Men vit mugu hugsa longur enn bara nakrar fáar dagar fram. Um so er, at vit ganga við til eina so stóra lønarhækkan, so fær tað so stóra ávirkan á okkara kappingarføri, at vit missa tað góðu støðu vit eru í nú.

Hvussu tá

? Her hjá okkum hava vit tey seinastu árini fingið fleiri útlendsk arbeiði, í kapping viðútlendskar skipasmiðjur. Orsøkin til tað er, at vit kunnu kappast í prísi, og orsøkin til tað er, at lønarkostnaðurin hjá okkum er lægri enn t.d. í Íslandi.Hækkar lønin t.d. 10 prosent, so er tann fyrimunurin rokin og vit standa aftur, sum vit gjørdu fyrr, at vit eingi útlendsk arbeiði fingu.

Hvørjar avleiðingar hevur tað fyri skipasmiðjuna?

? Tað hevur stórar avleiðingar. Fólkið, sum dugir at byggja skip, tað hvørvir. Fer í onnur arbeiði og tá er torført at fáa tey aftur á Skipasmiðjuna.

Poul Mohr greiðir frá, at Tórshavnar Skipasmiðja í byrjanini av 90-unum einki skip bygdi og tá hvarv alt fólkið, sum dugdi at byggja skip, sum døgg fyri sól, og at hetta hendi bæði í Havn og á Skála.

? Í 1995 fingu vit so aftur skip at byggja og síðani tá hava vit savnað okkum ein »stab« av fólki, sum vit nú hava til at taka. Fer lønin upp so eru vit í vanda fyri, at hesi fólkini fara saman við kappingarførinum, sigur Poul Mohr.

Men tit hava gramt tykkum um, at tað ikki ber til at fáa fólk. Er tað so frægari nú?

? Tað torførasta við at fáa fólk er, at vit mugu hava nakað at bjóða teimum alla tíðina. Vit fáa ikki fólk at støðast um vit bert hava arbeiði í eitt stutt tíðarskeið. Arbeiðsfólkið krevur spennandi uppgávur, og tær fáa vit bara um vit eru kappingarførir við aðrar. So eru vit aftur við lønarspurningin, sigur Poul Mohr, stjóri.

Hann leggur afturat, at tí hevði tað verið serliga heppið, um bæði vaktarskipið og sandoyarferjan vóru bygd í Føroyum.

Politikararnir siga at teir síggja ein trupulleika við fólkinum - at tit ikki hava nóg mikið av fólki til báðar uppgávurnar!

? Tað er ikki teirra trupulleiki. Fáa vit uppgávuna, so fáa vit skaffa fólkið, sigur Poul Mohr at enda.