Olav Absalonsen er lærari á Føroya Handilsskúla í Tórshavn og hevur skrivað fleiri bøkur um virkisbúskap, roknskap og fíggjarstýring.
Bókin er góðar 80 síður til longdar, hevur góð 1300 leitorð, har eini 200-300 eru samheiti við annað leitorð, sum víst verður til. Í fororðunum greiðir rithøvundurin m.a. frá, hví hann fór at skriva bókina, og hvussu hann hevur fingið nøkur av orðunum og orðalýsingunum. Her kemur greidliga fram, hvussu stóra virðing hann hevur fyri næmingum, og at bókin í veruleikanum er sprottin úr undirvísing hansara.
Olav skrivar í fororðunum, at hann einaferð skuldi greiða nøkrum næmingum frá, hvat eginpeningur var. Hann orðaði seg nakað soleiðis: “Um vit gera virðið á øllum ognum í einari fyritøku upp og síðan draga skuldina frá, verður munurin kallaður eginpeningur.” Hóast henda frágreiðing kann tykjast einføld, so órógvaði navnið eginpeningur fleiri av næmingunum, sum vildu hava eginpening til at vera reiðupening. Tí mátti hann siga teimum, at hetta er dømi um óheppið orð fyri eitt hugtak. Tá sigur ein næmingur við Olav: “Hatta mást tú gera nakað við.” Olav tók hendan næmingin upp á orðið og fór undir at skriva bókina.
Hann skrivar víðari í fororðunum, at orðið inntøka verður nýtt um tvey ymisk hugtøk, har annað er treytað av hinum. Enska orðið revenue og tað danska indtægt eita á føroyskum inntøka. Á enskum hava vit eisini income og á donskum indkomst, sum standa fyri vinningi ella avlopi, ið er tann upphædd, sum er eftir, tá ið kostnaðurin er drigin frá inntøkuni. Hendan vinning hava vit eisini nevnt inntøku á føroyskum, men tað skurrar í oyrunum á næmingum, tí teir hava ilt við at síggja meiningina í hesum. Olav hevur tí smíðað orðið innkoma fyri enska orðið income og danska orðið indtægt. Eg haldi, at hetta er eitt snøgt orð.
Hyggja vit eftir, hvussu bókin er sett upp, sæst at tveir teigar við 15-20 orðafrágreiðingum eru á hvørjari síðu. Hetta er ómetaliga gott, tí at tað gevur gott yvirlit hjá lesaranum.
Ein styrki í bókini er, at Olav í flestu frágreiðingum hevur tilvísingar til nærskyld hugtøk, sum hjálpir okkum at skilja høpið. Hetta ger eisini, at fleiri síður av einum evni verða lýstar væl og virðiliga. Bókin er passaliga stutt og riggar væl til ungdóm, sum vil hava stuttar og greiðar frágreiðingar – einki óneyðugt fjas.
Olav man hava havt eitt knoss av summum orðalýsingum, serliga tá ið talan er um ástøði, ið kann tykjast ungfólki heldur háfloygt. Eitt dømi er lógin um fallandi úrtøku, sum hann greiðir soleiðis frá: “Um ein framleiðslufaktorur verður øktur, meðan aðrir eru óbroyttir, ella um ein er óbroyttur, meðan aðrir verða øktir, so veksur framleiðslan minni og minni; tað rætta navnið er tí lóg um fallandi marginala úrtøku, sí lutfalslógina.” Hetta er stutt og greitt. Eitt annað dømi er komparativur fyrimunur, sum hann lýsir á hendan hátt: “eitt land hevur ein komparativan fyrimun í framleiðsluni av einari vøru, um tað kann gera hesa vøru fyri hægri offurkostnað enn eitt annað land (tað er, um tað skal offra minni av øðrum vørum fyri at gera hesa).” Tað kann ikki hava verið lætt at lýsa eitt slíkt hugtak við so fáum reglum.
Málið er ómetaliga gott í bókini. Um vit t.d. taka AIDA-myndilin, verður nevnt, at tað er leistur, ið verður nýttur at gera lýsingar: attention (lýsingin skal vekja ans), interest (lýsingin skal vekja áhuga), desire (lýsingin skal leypa brell á fólk), action (lýsingin skal fáa fólk at handla). Hesa lýsing hevur Olav frá Heðini Samuelsen, og er tað ein sera góð og neyv lýsing av hesum myndli. Slíkur málburður gongur aftur gjøgnum alla bókina.
Móti endanum á fororðunum skrivar hann, at Anfinnur Zachariassen og Heðin Samuelsen hava gjørt eitt stórt arbeiði til at menna føroyskt mál innan marknaðarførslu og virkisbúskap. Olav skrivar, at tilfarið hjá teimum báðum fyllir nógv í hesum orðasavni; men Olav hevur megnað at halda sín egna málsliga stíl gjøgnum alla bókina. Hann skrivar í fororðunum, at málbólkurin er næmingar, og við sínum málsliga stíli hevur hann rakt púra rætt, tí talan er um gott og livandi mál. Við nógvum sagnorðum greiðir hann væl frá ymiskum orðum og hugtøkum.
Málfrøðingar tosa um at vinna okkum máløki. Olav hevur við hesi bók enn einaferð ment eitt øki í málinum, og tøkk skal hann hava fyri tað. Bókin “Orðabók Handils- og búskapur” er eitt verk, sum eigur at geva fólki, ið fáast við búskap eitt gott grundarlag, tá ið lærubøkur skulu skrivast á føroyskum, og lærubøkur á føroyskum mangla vit so sanniliga í ovurmát.