Hauge í Gongini Djernis fór í gjáramorgunin úr Haugesund í Norra, og seinnapartin í dag kom hann til Lerwick í Hetlandi.
Siglir úr Keypmannahavn til Føroya
Ferðin byrjaði annars í Keypmannahavn fyri einum mánaði síðani. 3. mai fór hann úr Keypmannahavn. Hann sigldi til Norðursælands, áðrenn hann fór yvirum til Svøríki. Haðani fór hann tvørtur um Skagerak og kom til Risør í Norra. Síðani hevur hann siglt innanskers í Norra, til hann kom til Stavanger. Hann hevur steðgað á nógvastaðni á vegnum fyri at uppliva norsku náttúruna.
– Eg kundi siglt skjótari, men eg ynski eisini at uppliva náttúruna, bæði tey norsku fjøllini og firðirnar. Eg ynski eisini at uppliva og náttúruna í Hetlandi, sigur Hauge í Gongini Djernis.
##med2##
10 metrar langur bátur
Seglbáturin, hann siglir við, er ein Sagitta 35, sum er 10 metrar langur. Báturin er 50 ára gamal.
Hauge í Gongini Djernis steðgar nakrar dagar í Hetlandi, áðrenn hann væntar at koma til Føroya.