Mikudagin var hátíðardagur á Tjaldurs Apoteki í Havn, har fýra starvsfólk vórðu heiðrað fyri drúgva og trúgva tænastu.
Longst til vinstru á myndini er Petur Oluf Joensen, apotekari, men síðani eru tað farmakomarnir Maiken L. Joensen, sum hevur arbeitt á apotekinum í 40 ár, Elin H. Joensen hevur arbeitt í samfull 50 ár, Ebba Petersen hevur arbeitt í 40 ár og Joana Mortensen hevur 25 ára starvsdag.