Hava endurreist sagulaðið í Tjørnuvík

Fyrr í summar varð gamla sagulaðið, sum stendur tætt við bygdarhúsið í Tjørnuvík, endurreist. 

 

Sagulaðið í Tjørnuvík er eitt tað elsta í landinum,og bleiv tað brúkt av monnum at saga rekavið. Sagulagið varð brúkt líka fram til 1969. 

 

Í ár hevur kommunan so um síðir endurreist sagulaðið og sett upp kunnandi skelti, soleiðis, at til ber at kunna seg um hvussu tað varð brúkt. Uppruna sagin er enn til, men verður í løtuni varðveitt sum privat ogn, sjálv sagin stendur tí ikki í sagulagnum.Kommunan fegnast um at hava verið við til at varðveita sagulagið, sum er partur av ríka mentanararvinum í Tjørnuvík.