? Vónirnar fyri framtíðini eru bjartar.
? Lars Larsen í Vági, er sera vælnøgdur eftir fiskivinnustevnuna í Glasgow í Skotlandi í seinastu viku.
Lars Larsen er stjóri í felagnum ?Injector Door? í Vági.
Tað er hetta felagið, sum ger tað nýggja slagið av trollemmum, sum beiggi hansara, flúgviverkfrøðingurin, Helgi Larsen, í Vági, hevur uppfunnið.
Hesir nýggu trollemmarnir mest sum kollvelta fiskiskapin við troli.
Tí við teimum nýggju lemmunum úr Vági, fiska skipini væl meir enn við teimum gomlu lemmunum. ? Samstundis er talan um eina munandi oljusparing, tí teir eru nógv lættari at draga ígjøgnum sjógvin.
? Harafturat eru teir nýggju lemmarnir nógv minni enn teir gomlu lemmarnir, og tískil eisini nógv lættari og handigari at skjóta og at arbeiða við yvirhøvur.
Hava arbeitt í trý ár
Tað eru eini trý ár síðani, at Helgi Larsen úr Vági fór undir hetta slóðbrótandi arbeiðið í sambandi við fiskiskapin við troli.
Hann hevur áður sagt, at hann hevur gjørt lemmarnir útfrá vitanini um luftstreymafrøði, sum hann ognaði sær, tá ið hann lærdi til flúgviverkfrøðing hjá SAAB í Svøríki.
Tí hann sigur, at tað eru somu lógir galdandi niðri í vatni, sum tað eru uppi í luftini.
Síðani hava teir arbeitt við at menna lemmin og gera hann lidnan, teir hava arbeitt við at tryggja sær einkarrættin til hann og teir hava arbeitt við at fáa eina framleiðslu á føtur.
Alt hetta er nú eydnast og seinasta vikuskifti vóru teir á fyrsta sinni uttnlands og vístu lemmin fram á fiskivinnustevnu.
Fleiri keyparar
Og tað kann ikki sigast annað, enn at teir komu bara væl burturúr hesi ferðini.
? Vit kunnu ikki annað enn vera væl nøgdir við okkara luttøku á fiskivinnustevnuni, sigur Lars Larsen.
Hann sigur, at tað var ikki sørt, at tann nýggi lemmurin vakti ans.
? Tað var stórur áhugi fyri lemmunum nógva staðni frá, sigur hann.
?Tað vóru áhugaðir keyparar bæði úr Skotlandi, Noregi, Onglandi, Írlandi og Fraklandi.
? Tað, sum hugtók teir mest, var, at tað bar til at arbeiða við lemmunum, hóast hann bara hevur eina held aftan og framman.
? Teir gomlu lemmarnir hava eina held frammanfyri og hanafót aftanfyri við trimum heldum í.
? Tvs, at okkara lemmar svimja sjálvir ímeðan teir gomlu lemmarnir skulu mestsum tvingast til at spíla.
Lars Larsen sigur, at teir, sum vóru á básinum hjá Injector Door, høvdu ikki tey neyðugu lemma-málini við sær
? Men tað eru ein hópur av nøvnum og bústaðum skrivaðar í ordrabókina hjá vágbingunum, og so verður samband tikið upp við keypararnar í døgunum, sum koma.
Stjórin í injector Door sigur, at áhugin var so stórur, at hann ivast onga løtu í, at sáttmálar fara at spyrjast burturúr.
Vilja ikki leypa framav
Spurningurin er nú, hvussu vágbingarnir fara at skipa framleiðsluna.
Í løtuni arbeiða tíggju fólk í ?Injector Door?. Men framleiðslan er trupul, tí plásstrot er.
? Vit hava havt eitt høli niðri á flakavirkinum í Vági, har arbeiða fimm mans, men har er trongligt. ? Somuleiðis hava vit tveir mans í Hovi, sum sveisa fyri okkum. ? Harumframt er ein maður, sum passar skerimaskinuna og teknar lemmarnar, umframt uppfinnaran sjálvan og stjóran.
Lars Larsen sigur, at hetta eru ikki tær bestu umstøðurnar.
Teir hava søkt um stykki í Vági til at byggja eitt eitt virki á og tað hevur kommunan givið teimum tilsøgn um.
? Vit hava verið varnir og hava ikki viljað bygt enn. Vit vilja ikki leypa framav og byggja virkisbygning fyrrenn vit vit vita, at framleiðsla er í hesum nýggju trollemmunum.
Lars Larsen heldur, at møguleikarnir eru sera góðir og hann sigur, at alt bendir á, at teir fara at byggja.
Og hann ivast ikki í, at hetta kann blíva eitt stórt arbeiðspláss, um gongd rættiliga kemur á.
? Alheims marknaðurin er stórur og tað er ongin framleiðari, sum er ordiliga stórur. Men hinvegin er kappingin gróthørð.
Hann sigur, at føroyski heimamarknaðurin er nakað lítil og teir vænta, at tað allarmesta av framleiðsluni verður til útflutnings.
?Men vit halda, at vit hava ein møguleika, tí vit hava eina stak góða vøru at selja.
? Øll, sum hava roynt lemmin, siga, at hann er nummar eitt.
Annars er rættilig gongd eisini við at koma á søluna til føroyskir trolarar.
? Hetta er dýr útgerð, so ongin skiftir, bara fyri at skifta. Men eg haldi, at tá ið trolarar kortini skulu skifta, koma teir hendavegin at kanna møguleikan
? Tað, sum ger okkara lemmar serliga áhugaverdar, er, at teir spíla trolið nógv meiri út, enn gomlu lemmarnar.
? Samstundis ganga teir nógv lættari ígjøgnum sjógvin. Sostatt kunnu trolarar toga við eini ferð, sum er 1,5 fjórðingar skjótari enn teir kundu við teimum gomlu lemmunum.
?Ella teir kunnu toga við somu ferð, men so kunnu teir hava næstan 20% minni megi á motorunum, og tað sparir ein hóp av olju.
? Tí er tað serligur áhugi fyri at kunna toga skjótari, tí so fiska teir meir.
?Og tað frættist, at tað er heilt munandi at teir fáa meiri fisk, enn við homlu lemmunum, sigur Lars Larsen.
Strævið
Lars Larsen sigur, at fíggjarliga hevur tað verið sera strævið at koma so langt.
Tó sigur hann, at Føroya banki hevur verið avbera lagaligur.
? Tað, sum hann fýlist mest á, er at teir hava søkt ymsar grunnar um stuðul og fígging, men at avgreiðslutúðin er alt ov long, ofta sjey, átta mánaðir.
?Tvs, at vit hava ofta verið í gjaldføristrupulleikum. ? Men tá hevur bankin verið sera lagaligur.
Hann sigur eisini, at tað er sera trupult at koma ígongd.
? Tað, sum manglar í Føroyum, er ein stovnur, sum kann veita bílig lán til nýtt virksemi, uttan at krevja trygd afturfyri, nakað sum ídnaðargrunnurin var, sigur Lars Larsen.
Tó vísir hann á, at Menningarstovan hevur goldið ein part av menningarútreiðslunum og at vælvildin haðani frá hevur ikki verið til at fylast á.