Hava fingið rætta mannin

Útbúgving, royndir og ein hugburður, sum sampakkar við fyritøkuna, vóru fremstu orsøkirnar, tá Kristian Davidsen varð settur í stjórastarvið hjá Føroya Tele

Starvssetan

Nevndarformaðurin í Føroya Tele er sannførdur um, at fyritøkan hevur fingið rætta mannin, nú Kristian Davidsen er settur í stjórasessin.
- Síðani Andras boðaði frá, at hann vildi gevast í sessinum, hevur nevndin sjálvandi viðgjørt málið væl og virðiliga, sigur Hákun Steingrímsson, nevndarformaður.
- Vit gjørdu tó tíðliga av, at vit ikki vildu søkja eftir stjóra, tí tá stendur tú í eini støðu, har tú bara mást krossa fingrar fyri, at rætti maðurin søkir starvið. Heldur valdu vit at leita eftir stjóra sjálvir, og her var Kristian rættiliga skjótt við í myndini.
Og hvat gjørdi so í seinasta enda, at tit valdu hann fram um onnur evni?
- Tað er ein blanding av fleiri viðurskiftum. Kristian hevur bæði útbúgving og royndir innan fjarskifti og leiðslu, og tí er eyðsæð, at hann hevur fakligu førleikarnar til sessin. Hartil er tað okkara fatan, at tann mynd, sum hann kundi hugsað sær av Føroya Tele sampakkar við tær ætlanir, sum nevndin hevur fyri fyritøkuni.
- Tí haldi eg okkum kunna siga, at vit eru púrasta sannførdir um, at hetta er rætti maðurin til starvið.

Einki samband við starvssetanina
Tað er annars heilt stutt síðani, at sami Kristian Davidsen varð settur í starv sum Network Director hjá FT-International, men Hákun Steingrímsson avsannar, at tann starvssetanin hevði nakað at gera við ein ætlaðan stjórasess.
- Tað var stjórin í FT-International (Tróndur Djurhuus, blðm), sum setti Kristian í tað starvið, og tað var ein avgerð, sum nevndin ikki hevði nakað sum helst við at gera. Tá tað ræður um starvssetanir, so er okkara setningur at seta stjóra, og tað er so tað, sum vit hava gjørt í hesum sambandi, sigur Hákun Steingrímsson.