Hava fingið væl av várfiski við snellu

Útróður

Útróðrarmenn, sum lúra upp á at fáa nakrar fiskar á Norðhavinum í vár, raktu við uppundir endan av seinastu viku, tá ein bátur, sum avreiddi á Eiði, fekk heili 3.000 pund.
Síðan fríggjadagin hava fleiri bátar, sum avreiða á Eiði og í Sørvági, verið á snelluveiði eftir várfiski.
Á Bátafiski á Eiði siga tey, at einir 10 snellubátar avreiddu fríggjakvøldið, og hesir høvdu eini 13.000 pund tilsamans.
Besti báturin hendan dagin hevði 3.000 pund, sum er ein góður snelludagur.
Fríggjadagin, sum avreiddi á Eiði, úr 500 upp í 3.000 pund.
Bátafiskur á Eiði tekur eisini ímóti fiski frá bátum, sum royna við línu, og seinasta leygardag avreiddi glastrevjabáturin Gunnvá, sum er heimahoyrandi á Norðskála, heili 14.000 pund, sum teir fingu norðanfyri. Størsti parturin av veiðini hjá Gunnvá var toskur.
Aðrir bátar, sum royna við línu og avreiða á Eiði, hava eisini havt góðar setur og hava ligið millum eini 8.000 og 11.000 pund.
Men tað er ikki bara á Eiði, at snellufiskur kemur upp á land í hesum døgum. Nógvir snellubátar avreiddu eisini í Sørvági mánadagin, og aftur í gjár vóru menn verið á útróðri.
Mánadagin avreiddu fleiri snellubátar í Sørvági, har landingarmiðstøðin vigar fiskin hjá bátunum, sum síðan verður seldur um uppboðssøluskipanina hjá Fiskamarknaði Føroya.
Bátar úr eitt nú Vágum, Sandoy og Norðurstreymoy, sum hava avreitt í Sørvági, hava ligið úr smáum 200 pundum upp í 2.000 pund á bátin.
Sagt verður úr Sørvági, at bátarnir høvdu góð 11 tons tilsamans í mánadagin, og meginparturin av veiðini var toskur.
Týsdagin vóru eisini fleiri bátar við snellu, men vit hava ikki frætt, hvussu hevur vignast síðan mánadagin.